Stoyturin er ikki nøkur kreppa



”Vit
fáa stóra búskaparminking av koronu, men longu næsta ár fer búskapurin helst at
vaksa aftur”. Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, sum mælir frá átøkum fyri
at minka um væntaða hallið á fíggjarlógini og størri stimbrandi almennum
íløgum. Ráðið mælir hinvegin til at økja munandi um brúksgjøldini í
fiskivinnuni og at halda fram við smittuavmarkandi tiltøkunum við landamørkini

 Búskaparráð Føroya:

”Búskapurin
er raktur sum ongantíð áður. Vit fara frá einum buldrandi hákonjunkturi til
koronubúskap, har búskapurin minkar nógv. Stór óvissa er um gongdina í
útflútningsvinnunum, samstundis sum innanlands nýtslan hevur hildið stand.
Ferðavinnan er hart rakt av koronu. Men eftir øllum at døma fer búskapurin
aftur at vaksa í 2021, og tá er umráðandi ikki at stimbra búskapin meira enn
neyðugt. Útlitini fyri 2021 eru góð við lágum arbeiðsloysi, og sum heild eru
húsarhaldini væl fyri”.



Hetta
sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sum nú leggur sína
heystarfrágreiðing um búskaparstøðuna fram við hesum tilmælum:



  



·        
Búskaparráðið mælir til at halda eitt
javnt íløgustig fyri landskassan. Tørvur er ikki á at stimbra búskapin meira
við størri almennum íløgum



·        
Búskaparráðið metir ikki, at tað er rætt
at gera átøk fyri at minka um væntaða hallið á fíggjarlógini í 2021



·        
Búskaparráðið mælir til framhaldandi stig
fyri at avmarka smittu við landamørkini, og at arbeitt verður við at minka
allar óvissur, sum hava týdning fyri búskaparligu gongdina



·        
Haldføris trupulleikar í búskapinum og
tørvurin á at fáa ein meira produktivan búskap tala greitt fyri, at
brúksgjøldini fyri tilfeingið verða munandi økt



 



 



Koronufarsóttin givið negativan stoyt 



Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ fyri 2020, tí
fortreytirnar eru broyttar av koronu. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er
mettur at verða -6,9% í 2020 og 5,5% í 2021. Harafturat er 2019 endurmett vegna
dagførd hagtøl.



 





2019
var eitt ár við óvanliga høgum búskaparvøkstri, sum m.a. stóðst av størri
útflutningi av ali- og uppsjóvarfiski. Útflutningurin vaks við 19% í 2019
samanborið við 2018. Aðrir partar av búskapinum bóru somuleiðis brá av einum
búskapi við nógvari ferð. Koronufarsóttin gav føroyska búskapinum ein stoyt,
sum steðgaði hesi gongd.



Serliga
er føroyska ferðavinnan hart rakt av tiltøkunum,

vórðu sett í verk fyri at forða fyri smittu.
Roknað verður við lægri
fiskavøruútflutningi saman við prísfalli á bæði alilaksi, makreli og øllum
botnfiskasløgum í 2020. Eftirspurningurin frá útlendskum matstovum eftir
føroyskum laksi er minkaður, og uppsjóvar- og botnfiskur verður í stóran mun
lagdur á goymslur av avmarkaðari marknaðaratgongd.



Í
2021 fer fiskavøruútflutningurin væntandi at vaksa aftur, og 2020 verður
sostatt eitt fyribils fyribrigdi við stórari minking í BTÚ, men sum síðani
verður avloyst av eini skjótari tillaging.



Skjóta
tillagingin sæst longu aftur í batnaða løntakaratalinum, sum hevur eitt eyðkent
V-mynstur við stórum falli í apríl 2020 og einum brøttum uppgangandi vøkstri
fram til juli 2020. Privata nýtslan tykist heldur ikki at vera stórvegis merkt
av, at samfelagið eitt skifti var afturlatið. Húsarhald, sum ikki hava ferðast
uttanlands í summar, hava partvíst nýtt sparingina í Føroyum og partvíst sett
inn á bók í peningastovnunum.



 



Undirskot á fíggjarlógini 2020 og 2021



Landskassaúrslitið í 2020 er mett at verða -583 mió. kr., og -570
mió. kr. í 2021.



Hesi bæði árini eru stórliga merkt av koronufarsóttini, tí
útreiðslur vaksa og serstakliga tí, at inntøkur minka. 2020 er tó eisini merkt
av, at landsstýrið førir ein leysari fíggjarpolitikk við hægri útreiðslum og
lægri inntøkum (millum annað økt fólkapensjón og skattafrádráttur).



Konjunkturpolitikkur
hevur sum endamál at minka um tey sveiggj, sum búskapurin av ymiskum orsøkum
hevur. Treytin fyri gagnligari ávirkan av konjunkturpolitikki er, at
eftirspurningurin hjá almenna tænastugeiranum er stabiliserandi. Tað merkir, at
almennar útreiðslur til rakstur, veitingar og íløgur skulu hava eina javna gongd,
meðan inntøkurnar sleppa at fylgja konjunkturgongdini í búskapinum.



Sostatt
eigur almenn fyrisiting og tænasta at hava avlop í hákonjukturi og kunnu hava
hall í lágkonjunkturi.




talan er um fortreytir fyri at reka konjunkturpolitik, er tað fíggjarstøðan og
kreditvirðið hjá landskassanum, sum hevur týdning, og ikki fíggjarstøðan hjá
øðrum geirum. Tí um landsstýrið skal til aðrar geirar eftir pengum, verður
fíggjarligt rásarúm tikin frá hesum geirum, og soleiðis mótarbeiðir eitt tílíkt
átak tí konjunkturpolitikki, sum rættur er at føra. ALS er í eini serstøðu í so
máta.



ALS
hevur í koronufarsóttini tikið undir við lógarbroyting, sum heimilar ALS at
rinda ískoytisløn til heimsendar løntakarar. Tað, at ALS átekur sær hesa
uppgávu, vísir, at landsstýrið kann vænta samstarv við ALS seinni í líknandi
støðu. Við hesum undantaki er sjónarmiðið omanfyri rætt, at landsstýrið og løgtingið
noyðast at gera landskassan so væl fyri fíggjarliga, at førleiki er til at føra
skilagóðan konjunkturpolitikk.




Lesið skránna her: https://www.nlh.fo/#/5918/hvat-nu-btu