Streymmátarar hava verið til “eftirlit”

Á regluliga hydrografitúrinum hjá Magnusi Heinasyni í mai blivu streymmátarar tiknir upp.


Eftir at data vórðu lisin, battaríir skift og annað viðlíkahald gjørt, blivu streymmátararnir lagdir út aftur á hydrografitúrinum í juni. Streymmátarar blivu lagdir út at máta tað kalda rákið í Bankarennuni, og tað heita rákið av atlantssjógvi norðan fyri Føroyar. Hesar mátingar eru liður í FARMON 2020 verkætlanini, sum er fíggjað av Klima-, Energi- og Forsyningsministeriet. Harumframt blivu tveir streymmátarar lagdir út á Íslandsryggin fyri at kanna rákið tvørtur um Ryggin. Endamálið er at fáa til vega nýggjar mátingar í einum øki, har lítið er mátað áður. Hetta fyri at granska sambandið millum tað heita Atlantsrákið, sum fer norður um ryggin í erva, og tað djúpa kalda rákið, sum fer suður um Ryggin í neðra. Í hesi verkætlanin samstarvar Havstovan við Danmarks Meteorologiske Institut og granskingarstovnin NORCE í Bergen. Verkætlanin hevur fingið fígging frá Jens Smeds Oceanografiske fond í Danmark.

 

 Túrfrágreiðingin frá túri 2020 er at finna her og frá túri 2024 her.