Streymmáting úr fylgisveini
Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni. Tá hesar mátingar verða samanbornar við mátingar frá tólum, sum liggja í sjónum, ber til at rokna streymin á opnum havi. Havstovan hevur nýliga brúkt hetta til at gera nýggjar metingar av rákinum norðan fyri Føroyar.