Stuðul til umhvørvistiltøk

Ein kvart miljón er játtað sum stuðul til umhvørvistiltøk. Umsóknarfreistin er úti 1. apríl.


Tórshavnar kommuna veitir stuðul á hvørjum ári til umhvørvistiltøk.


Stuðul verður latin til verkaætlanir, sum menna vitan um umhvørvi, virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella avmarkandi, virka orku- og tilfeingissparandi, sum kunna almenningin um umhvørvisviðurskifti og verja landsløg, djóra og/ella plantusløg.


Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul. Umsóknarblað og reglugerð fæst á torshavn.fo. Játtanin er kr. 250.000,-.


Umsóknir skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2013 og skulu sendast til:


TÓRSHAVNAR KOMMUNA


heilsu- og umhvørvisdeildin


Postboks 32 · 110 Tórshavnar kommuna


Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni 2013.


Sí leinki: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=38&NewsItemID=3983