Stuttfilmar um vetrarkoyring

KUNNING FRÁ LANDSVERK: Landsverk hevur framleitt tveir stuttfilmar til sjónvarpið um, hvussu tú sum bilførari fyrireikar teg til vetrarkoyringina, og annars uppførir teg skilagott í vetrarferðsluni. Filmarnir verða at síggja fyrstu ferð í Gevið Gætur áðrenn Dag & Viku í kvøld, mánakvøldið 21. november.


Vegadeildin og kunningartænastan á Landsverki hava arbeitt saman um framleiðsluna av hesum stuttfilmum, sum skulu geva bilførarum nøkur góð ráð, tá koyrt verður í hálku/kava.