Tá embætismanna-lygnin skuldi bera sannleikanum uppi

Sandingurin Sofus Olsen er sera bersøgin í sínum viðmerkingum um óskilið í 80 unum. Hann var limur í búskaparráðnum frá 1962 og eini 25 ár fram. Grannskoðari í Føroya Banka frá 1970-1986. 

Her er tann parturin av áttatiára-uppgerðini, tá Kjartan Hoydal, og Alfred Petersen, táverandi embætismenn í Tinganesi, royndi at turka ábyrgdina fyri skipagøluni uppá Kristoffur Thomassen. Hetta gjørdu teir við at lúgva fyri Hesselholt, kriminalpolitisti, sum kannar, og finnur prógv fyri lygnunum á síðu 143 og 144 í bókini um vittleysu áttatiárini, og skipagallskapin.

Eg skal loyva mær at viðmerkja at slíkt slutur sum stendur á síðu 19, punkt 7, pettini a – 2, tað havi eg nú ikki áður sæð. Sum dømi, petti d) „Manglandi krøv um skrivligar frágreiðingar í øllum málum, harundir ein meting bæði sum einkultmál og sum liður í einari samlaðari/størrisamfelagsligari heild.“ K. Hoydal kundi passandi givið eina frágreiðing, hvussu tað bert til, at støðan í umsitingini viðv. serlánum og upphøggingarstuðuli var sum hon var sambært grannskoðanarfrágreiðingini. T.v.s. at fyri øll onnur galda allar møguligar og ómøguligar reglur, men fyri fiskivinnuumsitingina ongar reglur.

Samanumtikið haldi eg, at vit á landsskrivstovuni viðgjørdu øll líka gjølla – vit skrivaðu ofta nógvar síður til hvørt mál, og t.d. hevði stjórin ískoytisviðmerkingar til míni notatir, serliga til trupul mál. Eg hugsi, vit vóru minst líka førir fyri sum nakar at taka alt samfelagið við í metingum o.t.

Uttan at eg uppá nakran máta vil vísa mínar kenslur, skal eg upplýsa, at kriminalkommiserurin T. Hesselholt í Heygadrangs- og Skálafjalsmálinum hevur sagt frá, at hann avdúkaði, at A. Petersen og Kjartan Hoydal  lugu um meg í hesum málunum fyri løgregluni, við at teir høvdu upplýst, at ongar váttanir vóru í hesum málunum. Tískil kravdi Hesselholt at síggja sakirnar í Landsstýrinum.  Tá sær hann, at fremst í málunum liggja bankaváttanirnar. Hann var tí sera illa við og kravdi  eina frágreiðing. Tað fekk hann ikki. Kjartan og Alfred vóru líkaglaðir.

Hann spurdi so, um teir ikki fóru at geva mær eina umbering fyri hesa ógrundaðu skuldseting. Tað vildu teir ikki, teir vóru líkaglaðir. Hesselholt segði seg ikki at hava upplivað so groft. Tað, teir báðir gjørdu, var kriminelt. Og hvør var tað, sum gjørdi Heygadrangsmálið til eina krimiseriu í SVF, uttan at nakar talaði at. Eg var sjálvandi ein av høvuðspersónunum, har teir vístu ringastu arkivmyndir av mær. Øssur Winthereig sum journalistur segði, at ein likvidator av Skála Skipasmiðju hevði likið skjøl og upplýsingar til sín. Tað var sjón fyri søgn, at tá tær gølurnar komu upp at kóka var at K. Hoydal var sera spennandi fyri SVF.

Veðhald fyri lánum til IRF:
 Lánið, ið IRF tók í 1988, var ólógligt, tí at ein lániheimild, sum er brúkt eina ferð, er úttømd. Tað er sera merkiligt, at hetta er komið ígjøgnum í Hollandi uttan so, at ein føroyskur advokatur hevur givið eina skeiva legal opinion við vilja.

Búskaparráðið: Í konkretum málum leyp Landsstýrið ofta Búskaparráðið um. Tað kundi vera hastimál. Men nógvir fundir vóru í Fíggjarnevndini, og væl varð lurtað og spurt. Tað var ikki
so lætt at síggja viðhvørt, hví teir ikki vórðu hoyrdir. Men alt í alt haldi eg, at vegleiðingin virkaði hóast óregluliga fundarsambandið. Tey skrivligu ummælini fóru í málini.

Løgtingsgrannskoðararnir/viðmerkingar:
Veðhald-/veðhaldsútlegg fyri lánum til fiskiskip.

Tá ið tilskilað verður, at tær politisku avgerðirnar ikki hava bygt á eitt nóg gott fakligt grundarlag, hvørki tá talan var um einkultmál ella út frá eini vinnuligari og samfelagsligari heildarmeting, so er hetta tað syndarliga úrslitið. Ætlanirnar vóru ov stórar og dýrar. Ikki tí, ein fiskivinnutjóð má tora, men har varð vágað ov nógv. Tað er torført at síggja ta fiskivinnuliga ráðgevingina so klárt sum ynskiligt.

Bankanna lutur í eginpeningsspælinum kann ikki burturforklárast. Tað, sum má undra, er tann illoyali holdningur teirra mótvegis Landsstýrinum og økti tapsvandi reiðarin kom í. Hvat var hent, um advokatar og bankar bert váttaðu reellan kontantan eginpening. Helst færri og bíligari skip.

Rakstrarætlanir vóru roknistykkir meira enn realitetir. Men eg rokni við, at advokatarnir hava fingið teirra ómakslønir av fullari upphædd, t.v.s. ikki góvu rabat fyri tað, ið manglaði av teim 10% í eginkapitali.

Teir hava væl ikki fingið dupult fyri tað, teir vistu manglaði í. Tað var undarligt at konstatera, at tá leikaði á, einsamallur at fáa alt frá hondini, tá gáaði ongin um pressið. Men tá alt fór av skriðuni, tá treyt ikki við arbeiðsmegi til nakrar, og tá fáa nakrir advokatar og fulltrúar í Landsstýrinum
eitt likvidatiónshonorar, sum kann vera sera høgt.

Tað ber ikki til at lata eyguni aftur fyri tí veruleika, at tað berandi í hugsjónini um stuðul til vinnuna í Føroyum er, at talan er um at veita stuðul og veðhald til íløgur og rakstur í einum fólkasamfelag, ið, sum fá  ella ongin annar, hevur fiskivinnu og fiskiídnað sum grundarlag fyri at halda samfelagnum uppi. Tann politiski og búskaparligi solidariteturin er høvuðssjónarmiðið, sum allir politiskir flokkar taka undir við, og hevur hetta botnfest seg í lóggávuni síðan 1949. Kreppan fyrst í 1950-unum rakti hart og gjørdi tingið varið. 

Tað var ikki altíð lætt at finna loysnir og tann rætta lykilin. Lutfallið við mistøkum kann verða stórt, og kreppur egna seg ikki at fara í áramálsnevndir til umhugsingar og viðgerð. Loysnin skal vera skjót og kann hava síni lýti. Tað kann vera formur fyri stuðul, upphæddir, lógarásettar treytir, vanligar fíggjarfortreytir o.a. Tann rætta loysnin er skjót og munagóð hjálp. Hetta vita tingmenn best. Løgfrøðisligar og búskaparligar eftirrationaliseringar koma ofta aftaná.

Karmarnir fyri vinnulívið í 80-unum vóru ov rúmar. Stuðulslógirnar góvu vinnuni møguleikar at virka, men tað vísti seg, at nógvar verkætlanir ikki høvdu tað búskaparliga grundarlag, ið skal til. Eginognin hjá teimum, ið framdu íløgurnar, var ov lítil, og konsolidering var ongin.

Skattareglur, partafelagsreglur og roknskaparreglur lótu ov lítið til feløgini. Tí bleiv kreppan so hørð. Tað bleiv tí ein sjálvsøgd fylgja, at tað fór tann broyting fram í vinnulívinum aftaná 80-ini, at almenni
parturin minkaði nógv, og vinnan mátti sjálv klára mestu krøvini.

Tann kollegiala skipanin í Landsstýrinum mótvegis í dag – ráðharraábyrgd – togaði ta politisku skipanina ov langt út í borðið við tí avleiðing, at landskassaíkastið í vinnulívið fekk ein ov høgan prioritet í tí politisku umsitingini. Ferðin var ov hørð og peningurin ov nógvur, vinnan blómaði.
Konsolideringin lá úti í framtíðini.

Í øllum hópinum av lógum og játtanum er ofta trupult at síggja heilt beint, hvat árin ráðgevingin frá fiskifrøðingum hevði. Hvør ið kom við hesi ráðgeving, og um eftirmetingar vóru. Tann kollegiala landsstýrisskipanin var tá ikki so vælegnað. Hevur so tann vinnufakliga ráðgevingin frá umsitingini verið skeiv, so vóru landsstýrisavgerðirnar í vanda fyri at vera skeivar. Hesi brek í politisku skipanini og umsitingarligir manglar hava tá ofta ført á skeiva kós. 

Eitt afturvendandi brek var, at umsitingin í nógvum førum ikki gav landsstýrismonnunum nøktandi tænastu, t.d. at informatiónir ikki vóru tøkar í neyðugt mát. Tepra umsitingarmanningin gjørdi, at landsstýrismenn ofta sjálvir vóru málsviðgerar og høvdu samskifti við borgaran. 

Á landsstýrisfundum vóru ofta so mong mál, at tað bert blivu fáir minuttir til hvørt mál, sum annars vanliga var væl lýst við skjølum og notatum. Umsóknirnar í Fíggjarnevndini fingu vanliga neyva og langa viðgerð. 

Tilfarið var nógv, og vanligt var at inkalla fólk og stovnar v.m. Men limirnir skuldu ikki eftir fundarlok hasta út til eitt búgvið skrivaraborð. Hetta var svar til „lýsing av fyritreytum og framferð.....“

Niðurstøða:
Tað, sum fór fram í 80-unum, var ein íløgualda, har Landsstýrið og Løgtingið gingu á odda fyri at stuðla vinnulívinum í mestan mun, men Skrivligar frágreiðingar 145 tá aldan breyt, lá nógv vrakgóðs eftirá – bæði alment og privat. Tað privata var ikki betri fyrireikað enn tað almenna, men tað er ein stórur spurningur um ráðgevingin til tað almenna og til teir privatu var forsvarlig, og um ikki talan var um teir somu ráðgevararnar.

Tá lógirnar verða brúktar og umsitingin avgreiðir, er ov seint at venda aftur, og máti skal vera við bakklókskapi um djørv Landsstýri og lítla umsiting sum rótin til alt ilt í 80-unum. Tað var í 80-unum ein veruleiki, at progressivi íløgupolitikkurin fekk undirtøka frá veljarunum,
og hetta mandat bleiv brúkt.

Ein annar veruleiki er, at fólksins valdu umboð á Løgtingi í 60-unum og stóran part av 70-unum vóru sera varnir við at lata landið binda seg við tiknum og latnum lánum og við veðhaldum. Teir vildu ikki veðseta landið, meðan 80-ini settu landið í veð. Heimastýrislógin og stýrisskipanin var óbroytt. Tá fíggjarligi ótryggleikin bleiv so stórur, fór alt vegna ringan fiskiskap, vánaligan sølumarknað, og tað trygdarnetið, sum bankarnir skuldu verið, var bert eitt stórt hol, ið dróg landskassan niður.

Tann politiska skipanin var miðskeiðis í 80-unum ikki før fyri at halda aftur í útbyggingini á sjógvi og á landi og at tilbúgva seg til at verja seg ímóti møguligum komandi afturstigum og fíggjarkreppum.

Við at hyggja at avgerðunum í Landsstýrinum og løgtingsnevndum í 80-unum síggjast brek í politisku skipanini, ið hava ført til skeivleikar og mistøk, og tað sama ger seg galdandi fyri umsitingina – fyri báðar partar avgerðir, ið kundu verið annarleiðis, um lógarverkið var meiri fullfíggjað, samskipingin betri og at umsitingin var meiri tilbúgvin at útinna avgerðir í einum taki, í peningaupphæddum og í møguligum vandamálum, sum umsitingin ongantíð áður var kravd at klára við so at siga ongari freist at tíðarsambinda ella „tima“ tað rokaða samlibandið.

Í 1986 játtaðu Landsstýrið og Fíggjarnevndin stuðulslán og veðhald  til byggjan av 18 skipum fyri uml. 1,5 mia.kr. Eginpeningurin 10% var váttaður – 150 mió.kr. Tá rættarmálini vóru fyri, segði ein advokatur við tilknýti til málini, at so nógvur eginpeningur sum 150 mió.kr. ikki var til í Føroyum.

Peningastovnarnir høvdu tá 12-13 mia.kr. í innskoti. Tann upphæddin, ið føroyingar í 1986 brúktu til turistferðir til útlandið, var munandi størri enn 150 mió.kr.