Tað loysir seg at loysa

Gott tjóðveldisfólk!


Góðu famjiningar, suðuroyingar og tjóðveldisfólk úr øllum pørtum av okkara stóra, margbygda og fjøltáttaða landi.


Ja, okkara stóra landi og ríku tjóð. Hetta landið, sum við fólki, oyggjum, mentan, bygdum, býum, sjógvi, náttúru undirgrund, lofti og virðum er millum ríkastu og mest livandi tilfeingisdeplar á jarðarknøttinum. Hendan tjóðin sum hevur allar møguleikar at taka frælsið og mennast á jøvnum føti í samstarvi við aðrar tjóðir í heiminum. Og sum hevur allar fortreytir fyri at skipa seg við veruligum fólkaræði og samhaldsfesti, ið skapar somu møguleikar og frælsi hjá øllum at velja, virka og verða vird – uttan mun til, hvussu, hvar og við hvørjum møguleikum, vit eru fødd inn í hendan heim og hvussu lagnan hevur lagað seg, og hvussu vit hava valt at skapa okkara lív og virki.


“Og tíðin hon blásti við gandandi ond,


á lív, ið var livað á bø og við strond.


Ein óskrivað søga, ein orðaleys røða,


um fólkið her livdi, skapaði tjóð.”


Soleiðis yrkir Christian Matras í dýrgripayrkingini “Her leikti tær lendi løg inn í sál”.


Hann lýsir tað magnið og tað ófatiliga dagliga bragd, at meira enn 40 ættarlið hava ikki bara yvirlivað, men livað og skapað tjóð í hesum landi. Beint her – og beint ímóti øllum forsagnum – hevur eitt fólk ment egið mál, egna mentan, skapt virðir, samleika og hevur skipað sínar egnu politisku og løgligu stovnar.


Og tað er ein ótrúligur framíhjárættur okkum er givin.


Føroyska tjóðin hevur ongantíð tilvitað ella við fólkaræðisligari avgerð lagt seg undir aðra grund ella undir aðra lóg enn hana, ið vit sjálv hava bygt á og hava ræðið á. Bara einaferð er tjóðin spurd – og tá valdi hon sjálvræði og stóð fast við síni egnu rættindi at vera til, at skipa seg innanhýsis við rættindum og skyldum og at traðka út í heim við ábyrgd.


Um hetta er henda bygdin og hetta umhvørvið, vit í dag savnast í, livandi dømi um. Her millum Famjin og Øravík liggur gamli tingstaðurin Uppi millum stovur. Í hesi aldargomlu, fjølvøkru bygd (sum tvær reisur er vald til best røktu bygd í Føroyum) staðsett undir hægsta fjalli í oynni, Gluggunum, og undir Kirkjuvatni. Bard av tí sterku atlantshavbylgju úr vestri og prýdd av Ánni Miklu, mølini, høgum bergi og vesturskini, rúmast sagnirnar og søgan um dagligt stríð og samskiftið við umheimin uppá gott og ilt.


Her tóku Doffin og sonur hansara sambært søgnini fransakonurnar av eini skonnart, ið lá út fyri bygdina. Teir giftust teimum og sonurin átti Jansan, ið aftur átti teir tiltiknu Jansaguttarnar: Gilbert hin føra og Albert hin sterka, sum mangar søgur ganga frá. Einaferð skulu teir millum annað hava verið bidnir at koma til Hvalbiar at hjálpa bygdini móti írskum sjórænarum, sum høvdu rænt og millum annað dripið oksar hjá hvalbingum. Teir høvdu tikið eini hús, kókað sær oksakjøtið og sótu og ótu, tá jansaguttarnir komu norður, fóru innar í húsini og lótust at vera bangnir og óhjálpnir menn. Írsku sjórænararnir flentu at teimum og blakaðu oksabeinini til teirra, tá tey vórðu væl piðað.


Og sum søgnin sigur: Jansguttarnir bitu beinini sundur og tugdu tey til mjøl, sum vóru tey kókað epli! Tá írarnir sóu hetta, hildu teir, at best var at sleppa sær avstað beinanvegin – og soleiðis vórðu teir riknir av landi.


Og fyri knøppum 93 árum síðani varð Merkið vundið á stong her í Famjin á fyrsta sinni í Føroyum. Tann 22. juni 1919 í sambandi við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur Lisberg – famjininginum, sum saman við Janusi Øssursyni og Paula Dahl, sum sama ár høvdu teknað Merkið í føroyska Studentafelagnum í Keypmannhavn. Í kirkjuni hongur sama Merkið og beint uttanfyri kirjkjudyrnar stendur minnissteinurin fyri Jens Olivuri, sum fór higani av fold alt ov ungur.


Við hesum var eitt samleikatekin skapað fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskt tjóðskaparstríð, sum í mong ár elvdi til politiskt stríð millum Føroyar og Danmark og millum føroyingar innanhýsis. Men sum í dag savnar okkum øll og verður fyri hvørt ættarlið ímynd av og løtt við teimum virðum, vónum, hugmyndum og teirri søgu, ið vit leggja í okkara felagsskap.


Síðani tá, hevur Merkið eisini veittrað á hálvari stong og ímyndað ta sorg, tann sakn og tað takksemið, ið vit fylgja okkara kæru við til teirra seinasta hvíldarstað.** Og síðani vit hitust á tingi í fjør í Haraldssundi, hevur Merkið verður vundið í hálva stong fyri tjóðveldisfólki, sum okkum ikki unnist at hitta aftur her á fold.


Eg fari at heita á flokstingið um at reisast, og í tøgn eina stund, at minnast tey við takksemi.


Hvørjar Føroyar?


Merkið veittrar fyri føroysku tjóðini í dag, sum her í Famjin fyri 93 árum síðani. Og Merkið ímyndar okkum, okkara samfelag, okkara virðir og tann arv, ið vit vilja lata víðari til komandi ættarlið – við góðum og við ringum.


Og vit eiga at brúka hetta flokstingið at spyrja okkum sjálv: Hvørjum samfelag og hvørjum virðum skal Merkið flagga fyri í komandi tíðum? Hvar stendur tjóðveldisrørslan – og hvussu megna vit aftur at savna fólk kring landið alt um tey bjørtu mál og hugsjónir, sum hava borið hetta landið og hesa tjóðina fram gjøgnum søguna og nútíðina?


Unga Tjóðveldið hevur gjørt eitt framúr arbeiði – bæði undan valinum, í valstríðnum og eftir valið. Tey hava skipað fyri tiltøkum, mótmælum og upplýsing, og hava endurstovnað lokalfeløg í Norðoyggjum, Suðurtreymoy, her í Suðuroynni og fara at stovna lokalfeløg í øðrum økjum av landinum við.


Tey hava sett sum yvirskrivt fyri sínum politiska arbeiði komandi tíðina: Hvørjar Føroyar?


Og tað er eitt sera væl valt heiti. Allar tær avgerðirnar og tey átøk og svar, ið vit útinna og fremja komandi tíðina, verða avgerandi fyri hvørjar Føroyar vit ynskja og byggja.


Sjáldan hevur tørvurin verið størri á júst hesum.


Her stendur um grunnbrot


Løgnar leggur lagnan leiðir landsins.


Lat okkum siga tað, sum tað er. Vit standa í eini sera, sera álvarsligari støðu sum land, sum tjóð, og sum flokkur og politisk rørsla – ja, sum fólk í Føroyum.


Eftir eitt ár, har tvey val hava givið okkum dygg bjølgakøst – verður landið nú myndað av eini stjórn, ið fremur knappligar og fólkaræðisliga óviðgjørdar grundvallarbroytingar í samfelagnum. Eitt slag av kvettstøðu, har avgerðirnar hava djúptøknar avleiðingar fyri allar núlivandi og komandi føroyingar. Og avgerðir, sum ganga beint ímóti øllum tí, sum tjóðveldisrørslan byggir á og hevur barst fyri gjøgnum ættarlið.


Vit eru so at siga farin úr øskuni í eldin í føroyskum stjórnmálum. Í knøpp 8 ár, hevur landsins stjórn verið myndað av politiskari stillstøðu og naggatódn, har ongar avgerðir hava verið tiknar – og alt hevur bara snúð seg um at sita við valdið og lata standa til. Búskapurin hevur verið sleptur uppá fjall og eftir stokkutan hita við ovurnýtslu og tilvildarligum marglæti, er stórt hall vundið uppá landskassaroknskapin. Og stútt hevur verið roynt at niðursjóða allar neyðugar nýskipanir og frambrot.


Nýggja samgongan hevur tikið við í hugsjónarloysinum, og í enn størri mun selt út av øllum prinsippum og grundvirðum hjá samgonguflokkunum. Og í hesum vakuum verða einstøk seráhugamál hjá flokkum og einstøkum politikarum leys at buldra ígjøgnum politisku skipanina við nærum óbótaligum avleiðingum fyri samfelagsskipanina.


Tað kennist sum landið verður stýrt eftir einari kovboy-bók, har skotið verður fyrst og spurt aftaná


Eftir at innbúgvið fyrst varð selt, eru teir farnir undir at brenna stórviðin. Her stendur um grundvirði. Her stendur um hugsjón. Her stendur um tað, sum bindur saman, ber uppi og skapar tjóð. Her stendur um alt tað, ið Tjóðveldi hevur grundað sín politikk, sínar visjónir og alt sítt politiska virki á.


Lat okkum hyggja at nøkur av høvuðsmálunum í stevnuni hjá Tjóðveldi.


“Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.”


- Í tjóðskaparmálum hava nú Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tikið undir við at taka stór lop aftur í tíðina og binda okkum fastari at donskum pengum og at taka burturav okkara sjálvræði við eini ússaligari biddaragongd í Danmark. Hetta kann ikki metast sum anað enn eitt hugsjónarbrot móti allari tjóðskapar-og loysingarrørsluni og móti øllum tí, ið sagt er fyri veljarunum. Løgtingsvalið gav – hóast afturgongd til Tjóðveldi – framvegis tað úrslit, at teir flokkar, ið hava sagt seg vilja einar sjálvstøðugar Føroyar fingu uml. 58% av atkvøðunum. Nú skjóta teir seg undir, at hækkingin í gjaldinum fyri at selja okkara sjálvræði og sjálvsvirðing, gjørdist ikki so stór, sum sambandsflokkurin ætlaði. Men til tað er at siga, at talan var um tilvild. Og at tað er ongin munur á um tú leypir í havið og druknar á 8 favna dýpi ella á 150 favna dýpi.


“Fólkið, sum starvar í framleiðsluni, jarðarmenn, fiskimenn og verkamenn eins og tænastufólk, eiga rættvísa løn fyri starv sítt. Í skattamálum - beinleiðis og óbeinleiðis - verður hitt almenna at leggja rættvísan skatt á samfelagslimirnar.”


- Broytingarnar í skattaskipanini við flatskatti og at fíggja pensjónir við inngjald, er ein tann óvusligasta umfordeilingin av virðum í samfelagnum, sum er sædd í nøkrum vesturheimskum samfelag. Hetta er ein frontal uppgerð við samhaldsføstu stevnuna hjá Tjóðveldi. Áleið helvtin av fólkinum fær ein ógvusligan skattalætta, og hetta verður fíggjað við at hækka skattin á pensjónsinngjøld munandi – har øll, uttan mun til inntøku gjalda 40% av pensjónsinngjøldum frá fyrstu krónu. Eitt vanligt verkafólk og fólk við lægri inntøkum vera harvið at gjalda við eini ógvusligari skattahækking á síni pensjónsinngjøld fyri skattlættan hjá hini ríkaru helvtini. Hartil verða inntøkur frá framtíðini brúktar, soleiðis at komandi árini brúkar landskasin bæði tann pening, ið kemur inn í skatti frá pensjónsútgjøldum úr skipanini áðrenn broytingina. Og pening frá pensjónsinngjøldum eftir broytingina. Kommunurnar missa hartil inntøkur frá pensjónsgjøldum framyvir. Og fyri fólk í kommunum við hægstu skattaprosentum, er talan um ein upp aftur ógvusligari ójavna.


“Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”


- Tjóðveldið fekk eftir stríð í áratíggju framt ræðið á egnum 200 fjórðinga fiskimarki. Hóast gjøldur varð gjørt burturúr tí áður, er nú prógvað so dyggiliga, at hetta hevur eitt slíkt ríkidømi og virði, at altjóða stórkapitalur og fyritøkur vilja gera alt fyri at fáa hendur á virðinum og virðisøkingini. Í fiskivinnumálum hevur samgongan boðað frá, at ein skipan við rullandi loyvum og framhaldandi loyvi at selja fiskiloyvir á privata marknaðinum, skal fremjast. Hetta vil elva til, at ogn Føroya fólks kann seljast burtur til nøkur fá, og at bert tey, sum hava milliónir ella milliardir í rygginum við útlendskum íleggjarum kunnu kappast um at gagnnýta fiskiríkidømið í tí sjóøki, sum skal vera varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og komandi ættarliðum.


Djúpar gjáir og javnvág skeiklað


Tað, sum bygst við hondum, høvdum, hjørtum og hugsjónum – tað brýtst við hondum, høvdum, køldum hjørtum og hvørvandi hugsjónum.


Hetta mugu vit ásanna við teimum politisku broytingum, ið longu eru framdar. Tað føroyska vælferðarsamfelagið er bygt, tí at bæði ein tjóðskaparrørsla, ein vinnulig rørsla, og ein sosial rørsla, hava barst fyri rættindum og møguleikum.


At byggja virðini upp og skapa menniskjaligan framburð í Føroyum, hevur tikið mong ættarlið. Men tað tekur ikki langa tíð at bróta tey niður aftur.


Tí hevur tað verið gleðiligt at uppliva, at so mong hava lagt nógv fyri at ganga ímóti hesum konservativa høgraráki, ið knappliga tók seg upp. Fakfeløg, einstaklingar, samfelagsbólkar.


Og eg vil nýta høvi at geva Føroya Pedagogfelag, forkvinnuni, leiðsluni og limunum, eitt serligt herðaklapp fyri at hava stríðst fyri grundsjónarmiðum og rættindum. Tit hava torað og dugað at stríðst fyri tykkara rættindum og hava vunnið nógv hjørtur og virðing seinastu mánaðirnar.


Eftirmeting av valinum og politisku gongdini


Vit noyðast at eftirmeta og endurskoða, hvussu vit eru komin á slík vegamót í føroyskum politikki og framtíðarmálum.


Vit mugu staðfesta, at Tjóðveldi misti stórt til valið. Orsøkirnar eru uttan iva margfaldar, og eg skal royna at lýsa nakrar av høvuðstættunum:


Vit fóru inn í eitt samstarv við eina minnilutastjórn í fjør vár. Vit hildu tað vera rætt at taka hesa ábyrgd og ganga nýggjar leiðir í føroyskum politikki. – Og vit framdu týðandi broytingar í hesi støðu, sum vit mettu vóru frambrot fyri tjóðveldisstevnuna:


- Avtala og lóg um makrelfiskiskap, har endamálið var at tryggja atgongd fyri allar partar av føroyska flotanum og staðfesta, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks. Hartil krav um bert føroysk skip og manning eftir føroyskum sáttmálum. Makrelfiskiskapurin kastaði munandi meira av sær enn árið frammanundan til bæði samfelagið og vinnuna.


- Avtalur um burðardygga veiði og avtala um langtíðarsemjur fyri endurskoðaðan og varandi fiskivinnupolitikk.


- Búskapargrunnur Føroya samtyktur – og peningur útvegaður at seta í hann - Loðsøkið og reglur fyri skipatrygdini innan 3 fjórðingar á føroyskar hendur.


- Peningur settur av til tjóðpall, havrannsóknarskip, sambýli kring landið til fólk við serligum tørvi, vegagerðir kring landið, psykiatriska depilin v.m.


- Tingskipanin broytt soleiðis, at danska grundlógin og heimastýrislógin eru strikaðar og ikki longur kunnu forða fyri at viðgera og samtykkja mál á tingi.


- Lógaruppskot um rættarskipanarnevnd samtykt.


- Húsalánsgrunnurin broyttur avgerandi til at bæði byggja, veita lán til og skipa alternativar íbúðarmøguleikar sum lutaíbúðir, eldrabústaðir, lestraríbúðir, bústaðarmøguleikar til fólk við serligum tørvi o.a..


Úrslitini síggjast longu nú, har tildømis búfólkini á skúlatilboðnum Rásini hava fingið bústaðartilboð. Og møguleika at veita realkredittlán, sum kann gerast eitt tað mest ítøkiliga amboðið at fáa rentukostnaðin og kostnaðarstøðið niður hjá húsarhaldum og vinnu.


- Møguleiki hjá føroyskari vinnu at bryggja sterkt í Føroyum. - Støðan hjá fólki á sambýlum munandi broytt soleiðis, at tey hava sama rætt og frælsi at fáa pensjón og gjalda fyri seg sum onnur.


Alt hetta eru týðandi frambrot, har tað hendi meira í føroyskum politikki hesar mánaðirnar enn øll 4 árini frammanundan.


Men onkusvegna mistu vit okkum sjálv burtur í hesum meldrinum. Vit fóru ikki í víggj og agiteraðu fyri teimum frambrotum, ið vórðu gjørd. Hinvegin sótu vit ikki við ábyrgd í landsstýrinum og kundu tí ikki ávirka avgerandi mál, so sum loyvir til móðurskip, kunngerðir um inntøkumark hjá útróðrarbátum í bólki 5. Kortini stóðu vit uttan iva millum veljarar og stuðlar við ábyrgdini fyri øllum tí, ið ikki var gott – og vit høvdu latið pallin til flokkar, ið høvdu sitið við valdið øll árini frammanundan at føra hvassan andstøðupolitikk móti broytingunum, ið vóru framdar.


Endamálini og hugsanirnar hjá okkum vórðu ikki greitt løgd fram og grundgivnar – og tað krevst sjálvandi í eykastyrki, tá tú velur at ganga so ótroyttar leiðir í føroyskum politikki. Málini og tjóðveldisstevnan kámaðust í øllum meldrinum, har vit stóðu eftir sum ein stuðulsflokkur hjá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum í eygunum hjá veljarunum.


Og Tjóðveldi stóð knappliga sum flokkur, ið vildi útróðrarmonnum og fiskimonnum ann – og sum akademikarar úr Havn – ið ikki megnaðu at hava kjølfesti og ljóð fyri sínum sjónarmiðum.


Hetta er sjálvandi sera álvarsligt og ein samleikatrupulleiki fyri alla tjóðveldisrørsluna, at týdningarmiklir samfelagsbólkar og fólk kring landið ikki kendu seg aftur í floksins politkki.


Hartil gjørdu vit ógvuliga klossutar feilir í tinginum við tildømis útlendingamálinum.


Alt hetta taki eg høvuðsábyrgd av. Málini, styrkin hjá flokkinum og grundarlagið kámaðust – og vit komu í verjustøðu. Gjørdust onkusvegna lús millum negl.


Valstríðið


Lat meg sláa fast um valstríðið: Valevnir, økisfeløg, Unga Tjóðveldi, skrivarar, tey sum hjálptu til á flokskrivstovuni og nógvir stuðlar annars, gjørdu eitt stórt arbeiði í valstríðnum** Men vit vóru ikki nóg væl fyrireikað, skipað og samskipað í valstríðnum – og valstríðið gjørdist í stóran mun kaotiskt.


Bæði valskrá, kampanja, strategiskt arbeiði, fjølmiðlaumboðan o.a. vóru í stóran mun tilvildarlig og av handahógvi merkt. Hetta styrkti um ta politisku gongdina undan valinum, har vit gjørdust kám og verjukend. Veikleikarnir vórðu ikki uppvigaðir í valstríðnum, men gjørdust heldur eyka sjónskir. 


Heldur ikki varð í neyðugan mun viðgjørt og handfarið, at ei nýggjur flokkur á tjóðskparveinginum stillaði upp hesaferð.


Ein høvuðsorsøk var, at leiðslan vantaði. Eg sjálvur misti fullkomiliga luftina og orkuna undan og í valstríðnum – og hóast góð fólk royndu at taka yvir, vóru mannagongdir og avgerðargongdir ikki gjørdar til at byrgja upp fyri hesum.


Tíbetur varð gjørt eitt ovurstórt arbeiði – eitt nú her suðuri og í Sandoynni og aðrastaðni við sum tryggjaði umboð.


Vit harmast um tey, sum fullu á valinum. Men fegnast um, at vit hava dugnalig og virkishugað fólk í tingbólki og í øllum flokkinum.


Eg fari at mæla til, at vit í Norðoyggjum, Eysturoynni, Norðstreymi og Vágunum sum skjótast velja fólk, ið eru til reiðar at stilla upp fyri flokkin og sum tryggja kjølfesti, andlit og politiskar markeringar fyri flokkin.


Samanumtikið krevjast álvarsligar broytingar og fyrireikingar nú beinanvegin, so vit eru fult til reiðar at fara undir eitt hvørt val – ið vónandi kann koma, áðrenn langt um líður.


Vit skulu lurta, kjakast, endurskapa og orða grundvirðini, ið bindur tingarbeiði, floksarbeiði og tað dagliga stríðið hjá frælsishugaðum fólki kring alt landið saman. Og Tjóðveldi skal sjálvsagt aftur vera í broddi fylkingar í øllum føroyskum politikki.


Lat meg eisini her nýta høvi at takka teimum tingfólkum, sum hava tænt flokkinum so drúgt og væl. Eisini teimum, ið valdu ikki at stilla upp aftur.


Hergeir Nielsen, fráfarandi tingformaður og suðuroyartingmaður í so mong ár, fær á hesum Famjinstingi eina serliga heilsan við tøkk fyri alt títt avrik og tín íblastur fyri flokk, land, oyggj og tjóð.


Tað loysir seg at loysa


Vit viðgera á hesum flokstingi eina røð av uppskotum um at fáa hvest og kjølfest tjóðveldisstevnuna sterkari og víðfevndari við floksarbeiði, miðling, upplýsing og samstarvi.


Vit mugu í øllum lutum leggja fram og vísa á, at tað loysir seg at loysa. At tað er gjøgnum fullveldisleiðina, ábyrgdarleiðina og ta samhaldsføstu leiðina, at vit byggja einar mennandi og vaksandi Føroyar.


Øll tey stóru framstigini, sum eru hend í føroyska samfelagnum, og sum hava gjørt, at vit hava nútímansgjørt samfelagið, eru komin, tí sjálvstýrisrørslan hevur barst fyri at vit fáa beinleiðis altjóða samband og samstarv, sum fólk, einstaklingar og tjóð – og ikki sum ein undirskipaður partur ella blindgøgn hjá eini aðrari tjóð. 


- Tá einahandilin varð avtikin.


- Tá fiskivinnusamfelagið tók seg upp og vit fóru at sigla og selja á heimshøvunum.


- Tá Føroya fólkaháskúli varð stovnaður og lat upp fyri heimsvitan fyri vanlig fólk og byrjaði at menna okkara mentan og mál sum heimsmentan og heimsmál, og ikki burturfjaldir húðaskógva- og savnslutir.


- Tá Verkamannarørslan tók seg upp og sá seg sum ein part av heimsins stættastríði.


- Tá Fróðskaparsetrið varð stovnað av undangongufólki.


- Tá mentanarfólk, listafólk, rithøvundar traðkaðu fram á torg og drógu heimin til okkara og okkum út í heim.


- Tá fiskimarkið varð flutt út og vit kundu samráðast við onnur um tilfeingi, handil og rættindi.


- Tá vit settu egið flogfelag á stovn.


- Tá føroyskur fótbóltur og ítróttur er farin út í heim undir egnum navni.


- Tá føroyskt vinnulív fer beinleiðis út í heim og ikki bert sær í eina avmarkaða ætt í landsuðri ella gerst undirfeløg ella dótturfelag hjá vinnuni í einum øðrum landi.


- Tá vit settu okkum fyri at umsita okkara egnu undirgrund og at samráðast við bæði vinnu og myndugleikar um allan heim.


- Og so framvegis og so framvegis.


Leiðin fram


Á tingi hava vit samstarvað nógv við hinar andstøðuflokkarnar síðani valið. Og vit hava hesa fyrstu tingsetuna lagt eina røða av uppskotum fram, sum byggja á grundvirðini um loysing, samhaldsfesti, tilfeingisrøkt og økismenning.


Hesi ítøkiligu uppskot eru sett fram:


• Vinnuligur fiskiskapur – lógaruppskot um útlendskan kapital og strámannavirksemi. At tryggja, at ræðisrættindi, virðisøking og vinningur ikki endar á útlendskum hondum.


• WTO-limaskapur – Tað er alneyðugt fyri føroyskar myndugleikar og vinnu at hava egnu umboðan í WTO og hava sjálvstøðugan rætt at kæra handilsforðingar og handilstiltøk. Til dømis frá ES í makrelmálinum.


• Hækka játtan við 300.000kr til Symfoniorkestrið – m.a. til tess at orkestrið kann hava tiltøk og konsertir kring alt landið.


• Loftrúmið undir føroyskt ræði – lógaruppskot. Møguleiki fyri munandi inntøkum og arbeiðsplássum.


• Persóns- og familju- og arvarættur undur føroyskt ræði – lógaruppskot (mett at kosta á leið 3,3 mió.).


• Útlendingamál undir føroyskt ræði– lógaruppskot við orðaðum útlendingapolitikki.


• Grein 25 nevnd at gera uppskot til fiskivinnuskipan (felags andstøðuuppskot)


• Taka av uttanríkispolitisku heimildarlógirnar – tvey lógaruppskot


• At javnseta ferðakostnaðin kring landið (uppskot samtykt).


• Styrkja Mentanargrunnin til eisini at umfata filmsgrunn


• Eftirskúli í Suðuroy – Eykajáttan: 500.000kr til, at nevndin fyri Eftirskúlan saman við MMR ger ítøkiliga ætlan, sum m.a. skal innihalda staðseting, fígging og innihald av eftirskúlanum.


• Samskipa tilboð til fólk við serligum avbjóðingu. Tryggja, at føroyingar við serligum avbjóðingum framyvir venda sær til eitt stað – “eina hurð” - at fáa neyðuga tænastu. Liður í heimtøku av tænastum til føroyingar, ið verða sendir uttanlands.


• Fjøltáttaðir eldrabústaðir – Leggja dent á fjølbroyttar bústaðar-møguleikar. Fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur.


• Orkugrunnur – Uppskot um at seta á stovn orkugrunn, sum skal vera við til at fíggja royndarverkætlanir við varandi orku og orkusparing kring landið.


• Útbyggja handils- og ferðasambandið við Stóra Bretland – Endamál: At fáa kostnaðarstøðið niður og fast ferðasamband við bretska meginlandið.


• Barnaumboð - Lógaruppskot, har endamálið er at bøta um barnakorini og taka sær av teimum rættindum og tí tørvi børn hava. Staðsett hjá Løgtingsins umboðsmanni.


• Javnstøðulógin (saman við jvf.fl) – at javnstøðulógin eisini skal fevna um nevndir í almennum partafeløgum


Fiskivinnupolitikkurin


Eg fari at dvølja eina løtu við fiskivinnupolitikkin, sum er eitt tað mest avgerandi málið hjá okkara flokki og allari tjóðini.


Og lat okkum hyggja at veruleikanum og staðfesta gongdina.


- Vit hava síðani 2002 fiskað á leið 70.000 tons minni av toski, hýsu og upsa. Hetta svarar til eitt avreiðingarvirði á upp í moti einari millard.


- Sostatt er greitt, at eydnast tað okkum at fáa munandi meira burturúr tilfeingi og virðisøking, so er ongin trupulleiki at figgja eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag.


Sí talvuna niðanfyri:


Harafturat er greitt, at gongdin við keypi og sølu av fiskirættindum hevur elvt til eina gongd, har eitt ovurstórt tilfeingisgjald longu er goldið í føroysku fiskvinnuni.


Fari at loyva mær at endurgeva niðurstøðurnar hjá Kára Petersen um gongdina og vandarnar, sum hann legði fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum andstøðuflokkarnir í felag skipaðu fyri.** “Niðurstøður um lang og rullandi fiskiloyvir:


o Verður lógin samtykt, so bakkast ikki fyrr enn um nógv ár


o Brúksrætturin verður nógv sterkari, næstan sum ognarrættur


o Brúksrætturin(veiðirætturin) verður givin fyri einki


o Prísurin á veiðirættindunum fer nógv upp


o Veiðirættindini kunnu seljast saman við skipunum fyri milliardir


o Teir, sum fara burturúr vinnuni, fáa søluupphæddina


o Tey, sum sambært lógini eiga fiskatilfeingið, Føroya fólk, fáa einki


o Teir, sum koma inn í vinnuna, fara at skylda stórar upphæddir


o Fiskivinnan verður sera skuldarbundin


o Bert útlendingar kunnu bjóða uppá tey stóru skipini


o Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni


o Útlendingar kunnu taka vinningin út úr vinnuni, um teir ynskja tað


o Nøkur fá fara at hava allan avgerðarrættin í vinnulívinum”.


Hetta er størsta og avgerandi mál í føroyskum politikki í løtuni.


Tí ma ein skipan gerast, ið forðar fyri spekulasjón í fiskivinni og sum ger tað møguleigt hjá fyritøkum og fiskimonnum í Føroyum at sleppa framat og reka vinnu í Føroyum eftir skipaður leisti.


Vit hava lagt eitt uppskot fram um at steðga útlendskum kapitali, sum erí ferð við at keypa at upp.


Og vit eiga at tryggja, at bann verður sett fyri at selja fiskiloyvi, meðan vit fáa semju um eina varðandi og trygga skipan fyri fiskivinnuna í Føroyum.


Tjóðveldisýtini


Lat meg enda við at seta fram nøkur greið mál, ið vit eftir mínum tykki eiga at hava sum ýti, nú politiska støðan vónandi koppar aftur á framtíðina, ábyrgdina og visjónirnar.


1. Sjálvsvirðing og samleiki í heiminum: Allar tær avgerðir, ið vit taka, og tær ætlanir vit leggja, skulu hava sum greitt ýti at skipa føroyingar frælsar í heiminum. Føroyingar skulu hava sama rætt til at virka í heiminum sum onnur fólk. Vit skulu samstarva við hvønn vit vilja, gera avtalur við hvønn vit vilja og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skal virðast og mennast á jøvnum føti við onnur.


2. Óheftur og sjálvberandi búskapur: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal kjølfestast í ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av studningi uttaneftir, men bygdur á samhaldsfastar og rættvísar skatta- og avgjaldsskipanir, langtíðarjavnvág og ábyrgd fyri komandi ættarliðum.


3. Frælst vinnulív uttan serrættindi: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal grundast á eitt veruliga frælst vinnulív, óheft av politiskum serrættindum til útvaldar einstaklingar, bólkar og útvaldar vinnur. Har dugnaskapur, førleiki og virðing fyri avtalum, lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði eru avgerandi fyri møguleikan at dríva vinnu innan fjølbroytt økir og kasta av sær til samfelagið.


4. Sosialt rættvísi og vælferð: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal styrkjast í sosialt rættvísum vælferðar- og heilsuskipanum, ið øll fíggja í felag eftir evnum, men fáa gagn av eftir tørvi.


5. Fræls mentan, útbúgving og gransking: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal taðast og alast við stórum íløgum í mentanararbeiði og mentanartilboð í breiðastu merking: Nútímans og fjølbroyttir dagstovnar, skúlar, útbúgvingar, granskingarstovnar, frítíðartilboð, mentanarstovnar og skapandi list á altjóða støði.


6. Hvør einstakur hevur sama rætt til frælsi: Hvør einstakur skal hava sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast í Føroyum, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsi hjá øðrum. Ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur skal hava framíhjárættindi í samfelagnum. Uttan mun til um vit eru kvinnur ella menn. Ung ella eldri. Um vit eru fødd rík ella fátøk. Um vit bera brek ella sjúku. Um vit búgva ymsastaðni í landinum. Um vit hava ymsan húðarlit, trúgv, uppruna ella kærleikslív.


7. Burðardygd og frælsi hjá okkara eftirkomarum: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal tryggjast við framsóknum umhvørvis-, orku og náttúrupolitikki bæði heima og í altjóða samstarvi, sum kann broyta sjálvsøknu ovurnýtsluni av jarðarinnar tilfeingi hjá okkara ættarliði og okkara heimsparti til ein møguleika hjá nýggju ættarliðunum at byrja á øðrum grundarlagi.


8. Rættartrygd og avleiðingar: Rætturin hjá øllum til at velja, virka og virðast skal tryggjast í grundlóg og einum vælvirkandi fólkaræði og rættarsamfelag, har øll, ið taka avgerðir standa til svars, og har brot á lógir, reglur og rættindi fáa avleiðingar.


Við hesum orðum ynski eg okkum øllum eitt gott floksting og eina bjarta framtíð.


Høgni Hoydal


formaður