... tey stúra fyri forfylging, smáligari elting og at fella í ónáðir ....

Vit hava øll hildið, at tað er ein sjálvfylgja, at vit liva í einum demokratiskum landi, og tað gera vit. Tíbetur. 

Men tað tykist ikki at verða ein sjálvfylgja at siga sína ALMENNU hugsan. Havi verið í sambandi við fólk um ávíst mál, har tey fingu varhugan av, at vera undir einum einaráðandi valdstýri, og tað høvdu tey ikki áhuga at verða partur av.

Vóru tað ikki arbeiðsviðurskiftini hjá manninum, sum tey vóru bangin fyri, so var tað støðan hjá konuni á arbeiðsmarknaðinum, ella sakleysu børnini tey vóru bangin um. 

Tey stúrdu, tordu ikki at siga sína ALMENNU hugsan. Tey vóru bangin fyri at verða forfylgd, við smáligari elting, bangin fyri at fella í ónáðir, og av órøttum sjikaneraði, bara tí at tey søgdu sína hjartans meining. Tey vóru bangin fyri vanæru, og at verða skammaði og særd í almennum miðlum, umframt at verða bangin fyri sínari arbeiðsstøðu - argaði og happaði. 

Ja, soleiðis verður farið við okkara (ávísum) borgarum, men lat meg leggja tað aftrat, at eg havi sera lítla virðing fyri slíkum grovum hóttanum sum miðvíst loypa ótta á ávís fólk, soleiðis, sum sokallaðir ALMENNIR úrmælingar gera sær dælt av.

Tað hevur ongantíð verði óhóskandi í einum fólkaræði, at lata ALMENNINGIN koma til orðanna! Vit eiga heldur ongantíð at góðtaka, at almenningurin ikki sleppur til orðanna! Vit eiga at verja og friðhalga allar hugsandi møguleikar fyri at fólk frítt kunnu tala,  hugsa og siga sína hjartans meining, bæði ALMENT og í NÆRumhvørvinum.

Tað er hetta, sum føroyingar eisini hava tryggjað, tá ST kunngerðirnar vórðu lýstar sum løgtingslóg í Føroyum, 1992, men gloyma vit ikki alt ov oftani hvat Sameindu Tjóða, stendur fyri?!

Lasse Klein