Tíðindaskriv - herd tiltøk í samband við verkfall

Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið fráboðað 9/12-2017, at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.   
 
Hetta galdandi frá kl. 08:00 leygardagin 16.12.2017
 
Føroya Pedagogfelag herðir tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara, og ikki vilja føra veruligar samráðingar.