Til festarar og traðarmenn, ið vilja gerast óðalsmenn

Óðalsjørð er tann jørð, sum einstaklingar eiga, og sum teir kunnu lata børnum sínum. Eingin almennur myndugleiki hevur eyguni eftir óðalsmonnum og áleggur teimum, hvussu teir skulu nýta sína jørð.


Hvør jørð er óðalsjørð?


Fyrst og fremst er tað tann helvtin av gamla markatalinum, sum er privat. Men harumframt hava vit grundstykkini. Tey eru í privatari ogn og tí eisini óðalsjørð.


Eyðsæð er, at hetta er okkum til almikið gagn.


Fyrimunurin við óðalsjørð


Tann, sum eigur eitt grundstykki, hevur sum eigari trygd í tí fyri teimum lánum, hann noyðist at taka fyri at fáa sethúsini upp. Hann og konan arbeiða miðvíst fyri at gjalda lánini aftur, og so kemur tann stóri dagur, tá tey kunnu siga, at ikki bert hava tey tak yvir høvdið, men tey eru eisini skuldarfrí.


Hvat nú, um eitt av børnunum fær eitt gott hugskot, sum møguliga kann geva nakað av sær? Tá kunnu foreldrini hjálpa til við at veita innivist í kjallaranum ella í garasjuni. Er tørvur á íløgufæi, kemur sjáldan nógv burturúr at venda sær til fíggingarstovnar. Hagar koma nógv við góðum hugskotum, og ómøguligt er hjá stovnleiðslunum frammanundan at meta um, hvørjar verkætlanir eru burðardyggar. Men foreldrini kenna børn síni so væl, at tey tora at taka upp lán við trygd í ognum sínum, og nýta hesi lán til at fáa nýggja virkinum fótafesti.


Microsoft


Hetta er ikki bert nakað sum hendir í Føroyum. Í ongum landi í heiminum verða lutfalsliga so nógvar nýggjar fyritøkur settar á stovn sum í USA, og har verða tvær av hvørjum trimum nýggjum fyritøkum fíggjaðar við lánum, sum foreldur hava veitt børnum sínum við trygd í sethúsunum. Ein av teimum fyritøkunum, sum er stovnað á henda hátt, er Microsoft. Henda fyritøka hevur brotið upp úr nýggjum og fingið USA útflutningsinntøkur, sum eingin hevði droymt um frammanundan, og kom hetta bert í lag av tí, at foreldrini trúðu, at dugur var í 20-ára soninum.


Lond á taparabreyt


Allar royndir vísa, at skal eitt land klára seg, er neyðugt støðugt at fáa nýggj virki. Virki eldast eins og mennisku, og tað sum var nóg gott fyrr, er mangan ikki lívført í dag. Skal samfelagið klára seg, er tí neyðugt, at nýggjar fyritøkur koma fram so hvørt tær gomlu falla. Tey samfeløg, sum ikki megna hetta, eru á taparabreytini. Haðani flýggjar ungdómurin til onnur lond, har betri liggur fyri at stovna nýggjar fyritøkur. Ymist er hvussu lond klára seg, men eitt er heilt skilligt. Tey lond, har tað er ringt at fáa sína egnu ogn og seta hana í veð, hava ilt við at koma framá.


Framkomin lond og tilafturskomin lond


Felagseyðkenni fyri tey fátæku londini er, at har er eingin trygd fyri ognarrættinum. Fá eru tey, sum kunnu prógva, at tey eiga ta jørð, húsini standa á. Hetta forðar fyri, at tey kunnu taka upp lán. Tað er eitt mistak at halda, at tað er kapitaltrot sum so, ið er atvoldin til at lond eru tilafturskomin. Øll lond hava mikið av virðum. Vansurin er bert, at hesi virði eru í føstum ognum, sum ikki kunnu nýtast sum trygd fyri lánum, av tí at stovnar samfelagsins ikki megna at geva vissu fyri, hvør ið eigur hvat. Alt hetta ovurhonds ognarvirði er tí deyður kapitalur, sum ikki fæst til lívs uttan róttøknar broytingar av samfelagnum.


Tað er ein sannroynd, at øll tey lond, sum eru framkomin, gera sítt ítasta fyri at hjálpa borgarunum at fáa fótin fastan, so teir kunnu skapa sær sjálvum betri lívskor, og harvið síggja til at landið alt sum tað er kemur á framaleið.


Norðurlond væl fyri


Ymist er hvussu hetta hepnast, eins og tað er munur á hvussu lond klára seg í altjóða kappingini. Tíbetur hevur tað gingist rættiliga væl hjá Norðurlondum, sum leingi hava verið millum heimsins ríkastu lond.


Eisini vit føroyingar eru rættiliga væl fyri, og hetta er fyrst og fremst óðalsjørðini fyri at takka.


Teir almennu myndugleikarnir sum tinglýsing og matrikulskipan hava tað lutverk at vera eigarunum til hjálpar við at fáa øllum vissu fyri, hvør ið eigur hvat. Hetta hevur havt stóran týdning fyri menningina av okkara vinnulívi. Tað hevur borið til hjá eigarunum at sett ognir sínar í veð, tá tørvur hevur verið á kapitali, og á tann hátt hevur mangt virki klárað seg, tá brotasjógvar hava tikið seg upp.


Eru føroyingar dugnaloysingar?


Men tá Føroyar verða bornar saman við onnur Norðurlond, er ikki nógv at rósa av. Heildarframleiðslan er ov lítil. Bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva hevur ilt við at koma upp um tveir triðingar av tí, hon er í hinum londunum. Ein syndarlig avleiðing av hesum er, at Føroyar í roynd og veru eru á taparabreytini.


Kann orsøkin til hetta vera, at føroyingar hava fingið minni av viti í vøggugávu enn aðrar tjóðir?


Tað er einki, sum bendir á, at so er. Føroyingar, sum eru fluttir burtur, klára seg væl á sínum arbeiðsplássum, og summir av teimum hava havt eina glæsiliga yrkisleið. Tann syrgiligi sannleikin er, at føroyingar klára seg væl um allan heim – bara ikki í Føroyum.


Tá so er, má orsøkin til vanlagnu okkara vera ein onnur. Kann tað vera nakað áfatt við tí máta, vit hava skipað okkara samfelag, sum ger, at vit ikki klára okkum so væl her heima sum uttanlands?


Her er ið hvussu er eitt, sum er eyðsæð, og tað er, at ognarrætturin til jørðina er skipaður øðrvísi her enn aðrastaðni.


Óðalsjørð aðrastaðni við góðum úrsliti


Í hinum Norðurlondum er øll jørðin óðalsjørð. Hetta hevur loyst upp fyri skapandi kreftum.


Eitt dømi kann verða nevnt um hvønn týdning hetta hevur havt.


Í tí stóru heimskreppuni fyri einum áttati árum síðani var ringt at fáa arbeiði nakrastaðni. Tá kom ein bóndasonur heim aftur við verkfrøðingsprógvi. Men hann hevði hugskot og slapp at royna tey heima í løðuni hjá foreldrunum. Íløgufæ bar til at fáa við trygd í garðinum. Tørvur var á tí hann framleiddi, so væl gekk. Fyritøkan er til enn, og er kend undir navninum Danfoss.


Tað eru slíkar fyritøkur sum Microsoft og Danfoss, sum hava lyft lond síni upp á hægri stig. Slík virki hava vit ikki, og tey sakna vit sáran.


Men á hvønn hátt kann henda vanlagna okkara hava nakað við tað at gera, at ein stórur partur av okkara jørð er almenn ogn?


Hvussu hevði støðan verið, um grundleggjarin av Danfoss hevði livað í Føroyum og var komin heim til garðin hjá foreldrum sínum við sínum góðu hugskotum? Var hann í Føroyum, hevði lítið pláss verið nakrastaðni at fara undir framleiðslu, og foreldrini høvdu ikki kunnað reist lán fyri at fáa virki hjá soninum í gongd, tí sum festarar kundu tey ikki seta jørðina í veð.


Tað almenna størsti jarðareigari


Munurin millum Føroyar og onnur lond, sum vit bríggja okkum um at samanbera okkum við, er at her er tað almenna størsti jarðareigarin. Hvørja ferð, nakað skal gerast á tí almennu jørðini, er tað ein almennur myndugleiki, sum skal taka støðu til málið.


Hetta er óhoyrt aðrastaðni, og tað er greitt, at hetta hevur sera stórar avleiðingar fyri tað virksemi, sum her fer fram.


Hvat roynist best?


Tað ber sjálvandi til at kjakast um hvørt vit skulu hava alment ella privat framtakssemi í vinnulívinum. Avgerandi er sjálvsagt hvør skipan ið roynist best. Vit hava sæð stór lond roynt alment framtakssemi, men vit hava eisini sæð, at tey hava slept hesum, tí at tað ikki hevur roynst nóg væl.


Men er virðið av tí almennu jørðini so stórt, at tað kundi gjørt nakran mun um henda jørð gjørdist óðalsjørð?


Skiftandi jarðarprísir


Prísur á jørð er eins og allir aðrir prísir eitt úrslit av útboði og eftirspurningi. Fleiri fólkini eru í einum landi, størri er eftirspurningurin eftir jørð, og størri framleiðslan og inntøkan er, hægri prís kunnu tey lata. Allir jarðareigarar gerast betri fyri, størri fólkatalið er, og størri framleiðslan í landinum er. Innanlands er skilligt at síggja, at jarðarprísirnir broytast alt eftir hvussu nógv fólk eru í einum plássi, og hvussu samferðslumøguleikarnir eru. Prísirnir skifta sostatt ikki bert eftir tíð, men eisini eftir staði.


Gerast festarar og traðarmenn óðalsmenn hava teir møguleikar at fáa nýtt virksemi í gongd, men munur er á hvussu virði er av ogn teirra. Er hon virðismikið, kann hon veita fitt íkast, men liggur hon illa fyri og er lítil eftirspurningur eftir henni, verður samfelagsgagnið ikki ovurhonds, hóast tann sum hevur jørðina, í øllum førum sjálvur gerst betri fyri enn sum er.


Lív í av higartil deyðum kapitali


Tað er tó einki at ivast í, at heildarvirði er rættiliga stórt, og tað er tað sum hevur nakað at siga. Vit hava eitt vinnulív, sum er sera kapitalkrevjandi, og allur bati bøtir. Tann deyði kapitalurin, sum higartil hevur staðið í tí almennu jørðini, kundi mangan komið væl við.


Tað kann als ikki útilokast, at tann vøkstur, sum av hesi broyting kom í í samfelag okkara, kundi loyst upp fyri so stórum skapandi kreftum, at vit kundu fingið tey lond aftur, sum í løtuni eru framman fyri okkum, og fingið framleiðslu landsins at vaksið so nógv, at øll tey, sum her eru fødd, við sømd kunnu liva í landinum.


Vegurin fram


Men hvat er at gera fyri at koma úr tí støðu, vit eru í í dag, og til ta bøttu støðu, sum ein óðalstilgongd av tí almennu jørðini kundi komið okkum í?


Tað er greitt, at fyri at fáa nakra broyting í lag er neyðugt at festarar, traðarleigarar og traðarmenn við servituttum seta fram eina áheitan um at fáa somu rættarstøðu sum óðalsmenn. Hesa áheitan má løgtingið fáa. Tekur tingið undir við ynskinum, ber til at handa festarum og traðarmonnum skeyti upp á óðalsjørðina.


Eg eri hvørki festari ella traðarmaður, men faðir mín var festari og móðir mín var traðarmannadóttir. Eg kenni tí til hesi viðurskifti, og nakað herfyri heittu festarar og traðarmenn á meg um at skipa fyri einari undirskriftinnsavning, har heitt varð á løgtingið um at útvega teimum óðalsrætt. Nú er hetta tiltak komið so langt, at undirskriftirnar skjótt verða lagdar fyri løgtingið.


Fyri at geva øllum áhugaðum festarum og traðarmonnum høvi til at vera við, og fyri at hon sostatt kann gerast enn sterkari, verður áheitanin nú løgd fram alment, og tey sum vilja vera við, kunnu senda undirskriftir til mín, annaðhvørt í brævi ella sum teldubræv.


Um so er, at áheitanin fær breiða undirtøku, kann henda, at málið fær skjóta loysn. Tá verður land okkara betri at búgva í, og vit fara at verða før fyri at taka av framtíðarinnar avbjóðingunum.


Zakarias Wang,


Postboks 3177, 110 Tórshavn


zakarias@olivant.fo