Til Føroyar eftir børnunum

Í 2010 kom Jesper Dahlin, heim til eitt tómt hús í Ålborg. Sambúgvi hansara hevði rænt børnini til Føroyar. Tá hevði Jesper Dahlin, fullan foreldramyndugleika yvir eldra soninum, meðan hann hevði felags foreldramyndugleika við yngra sonin.


Seinni eru børnini tikin frá mammuni, og Jesper Dahlin, hevur fingið fullan foreldramyndugleika. Hetta mál verður av einhvørjari ókendari orsøk drigið út við krøvum og nýggjum krøvum, brotnum avtalum og alt møguligt annað, sum Barnaverndin í Føroyum annars kann finna uppá.


Men nú skrivar Nordjydske, at Jesper Dahlin kemur til Føroyar eftir børnunum. Lesið greinina við at trýsta á linkin:


http://aalborgnyt.dk/nyhed/henter-sine-bortf%F8rte-b%F8rn-p%E5-f%E6r%F8erne/Nordjyske/275/4076850.aspx?utm_source=nordjyske.dk&utm_medium=artikelteaser&utm_campaign=trafik-aalborg