Til lukku við valinum!

Tit sum nú eru afturvald og tit sum eru
nývald, til lukku við valinum. Tit hava fingið latið upp í hendurnar eina stóra
og ábyrgdarfulla uppgávu. Tað eru tit sum skulu leggja kósina komandi fýra
árini.



Vit í Føroya Pedagogfelag vilja nýta
høvið at minna á okkara trý ynski til tykkum, við vón um at tey vera tikin við
í framtíðar stýringini av landinum.



 



Okkara ynski um at eitt minstamark fyri
tímajáttan verður lógarfest, ikki tí okkum tørvar arbeiðstímar, men tí vit hava
tørv at tryggja børnunum, at tey hava nóg nógv vaksin um tey. Vit vilja tryggja
at børnini fáa tað tíð tey hava uppiborið.



 



Okkara ynski um at arbeiðið við einari
tænastulóg ella sosialari lóggávu heldur áfram, fyri at tryggja at borgarin
veit hvørjar umstøður og hvørji tilboð samfelagið bjóðar. Lóggávan má tryggja
at borgarin hevur trygg viðurskifti at liva í.



 



Okkara ynski um at lønarviðurskiftini
hjá okkara limum veruliga vera viðgjørd og endurskoða og skipað, verður fyri at
vit fáa eina rættvísa lønarskipan, eina almenna lønartalvu grunda á
útbúgvingarstøði.



 



Vit, líka so væl sum tit, vilja virka
við ábyrgd fyri tí arbeiðinum vit gera - okkum tørvar tó tykkara stuðul og
vilja at tryggja okkum teir røttu karmarnar.




Enn einaferð til lukku við valinum, við
vón um eitt gott samstarv og eina hepna hond í framtíðini.



 



Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag,
Jógvan Philbrow, formaður.