Trekir marknaðir og fjálturstungnir keyparar

Tað gongur framvegis sera striltið at fáa botnfisk á marknaðin í Suðurevropa. Keypararnir eru fjálturstungnir, og tora illa at keypa stórar nøgdir: 

- Tað gongur illa at fáa vøru út. Kanska verri nú enn í fyrstani. Vit síggja slett onga røring í marknaðinum enn. Tað hevði mann annars væntað fór at henda nú.
 
Tað sigur Martin Olsen, stjóri hjá Sandoy Seafood í Skopun. Virkið framleiðir upsaportiónir, lættsaltað toskafløk, hýsuportiónir og hýsufløk til matstovuvinnuna. 90% av vøruni fer til Spania, Italia, Frakland og Ongland. Men í løtuni fer sera lítið avstað frá virkinum.
 
Fullar goymslur
Bara umleið 30% av tí, sum kemur inn á virkið í Skopun, fer út aftur. Marknaðurin í Onglandi og Italia er steðgaður upp. Okkurt fer tó avstað til Fraklands og Spania.
 
Treki marknaðurin ger, at goymslurnar hjá Sandoy Seafood eru næstan fullar. Tey hava leigað seg inn á frystigoymslur hjá Samskip í Kollafirði, men har er nú so mikið fult, at framleiðslan ikki kann halda fram ótarnað, um ikki vend kemur í.
 
- Vit hava tosað um at framleiða 2-3 vikur aftrat og so steðga á, um marknaðurin ikki letur upp aftur nú, sigur Martin Olsen.
 
Stjórin á Sandoy Seafood er ikki tann einasti, sum ótolnast. Onnur virki, sum framleiða botnfisk, eru í somu støðu. Alt ov lítið fer út av virkjunum í mun til tað, sum kemur inn.
 
Ordrarnir mangla
Á Fiskavirkinum í Gøtu framleiða tey saltfisk og saltfløk. Tey selja mest til Spania og Italia og so eisini nakað til Grikkalands og Portugal. Alt fer til matstovur og catering.
 
- Tað er øgiliga trupult at selja. Nakað fer út, men alt ov lítið, sigur Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu.
 
Vanliga selja saltfiskavirki lítið um summarið, tí saltfiskurin verður mest etin vetrarhálvuna í suðurlondum – á sama hátt sum føroyingar rokna ræst kjøt at vera vetrarmat.
 
Men hesa tíðina plaga keypsavtalurnar at verða gjørdar - nógvar teirra á fiskivinnustevnuni í Brússel, sum er hvørt ár í apríl mánað. Tó ikki í ár. Stevnan varð avlýst orsakað av COVID-19, og tað gongur sera trekt at fáa ordrar inn undir land.
 
- Mann plagar at gera avtalurnar um hesa tíðina, men ongir stórir ordrar eru komnir í hús, sigur Páll Gregersen.
 
Tora ikki at binda seg

Hjá Vaðhorn á Strondum er sama støða. Tær stóru avtalurnar, sum eru vanligar hesa tíðina, mangla. Á Vaðhorn framleiða tey saltfisk – tosk, brosmu og longu - serliga til spanska og italska marknaðin. Til Italia verður slettis onki selt í løtuni, meðan sølan til Spania var nøkulunda vanlig í apríl mánað. Men tilsamans er sølan langt burtur frá tí vanliga.
 
- Onki er sum tað plagar. Tað, sum er serligt nú, er at mann ger ikki kontraktir. Ongin torir at binda seg. Í løtuni fara eini 40 tons av virkinum um vikuna. Vanliga liggur tað um 80 tons. Og í háárstíðini liggur sølan ofta um 120 tons um vikuna, sigur Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn.
 
Hann sigur, at keypararnir í Suðurevropa eru farnir at ringja og spyrja. Men teir eru øgiliga fjálturstungnir og bangnir fyri at gera avtalur, tí teir vita ikki, um teir sleppa av við vøruna í heimlandinum og til hvønn prís.
 
Frakland púra uppsteðgað
Hjá TG Seafood í Hvalba, sum framleiðir upsaportiónir til Fraklands og Póllands, og Delta Seafood á Tvøroyri, sum framleiðir saltfisk til italska og spanska marknaðin, gongur eisini striltið at sleppa av við vøruna.
 
- Franski marknaðurin er púra uppsteðgaður og er tað framvegis. Vit hava ikki selt eitt einasta kilo til Fraklands síðan eina ferð í mars mánaði, sigur Magnus Jespersen, stjóri á TG Seafood og Delta Seafood.
 
Eisini til Póllands gongur trekt at sleppa av við upsan, bæði orsakað av corona og tí at pólska gjaldoyrað er í trupulleikum.
 
Hinvegin hevur tað gingið frægari enn væntað at selja til Spania, hóast nøgdirnar als ikki eru tær somu, sum tær plaga. Tey høvdu ein stóran ordra um fasta leveransu til Spania frá mars mánað og árið út, men hendan avtalan bleiv uppsøgd orsakað av corona, sigur Magnus Jespersen.
 
Betur enn í síðsta mánað
Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum í Klaksvík, sum rekur Kósina og fleiri skip, sigur, at tað er tyngri at selja í dag enn áðrenn corona kom. Og prísirnir eru lægri. Men hann heldur tó, at tað gongur betur at selja nú enn fyri einum mánað síðan.
 
- Italia er latið upp eitt sindur. Sølan til Italia var fullkomiliga steðgað upp, men nú fer eitt sindur avstað, sigur Hanus Hansen.
 
Eisini sølan til Bretlands, har føroyski fiskurin fer til fisk & chips, gongur munandi betur nú.
 
Men nøgdirnar, sum verða seldar í senn, eru nógv minni. Har mann fyrr seldi tríggjar bingjur selur mann nú tríggjar plattar. Keypararnir tora ikki at keypa stórar nøgdir í senn, men keypa kanska heldur títtari og smærri nøgdir, sigur Hanus Hansen.
 
Tryggingar ógildaðar
Ein stór avbjóðing, sum fleiri virki nevna, er at tryggingar hjá keyparunum nú ofta verða uppsagdar.
 
Virkini uppliva, at hóast tey hava onkran keypara til vøruna, so hendir tað, at tey kortini ikki fáa selt hana til keyparan, tí tryggingarfeløgini knappliga hava sett tryggingina fyri viðkomandi kunda úr gildi.
 
At senda fiskin til keyparan uttan trygging kemur ikki upp á tal, tí talan er um so stór virðir.
 
Dýrir mánaðir
Treki marknaðurin nívir pengakassan á virkjunum. Sandoy Seafood liggur inni við eini goymslu, sum hevur nógvar milliónir í virði og bindur nógvar pengar, sigur Martin Olsen. Við lítlari sølu samstundis sum lønir, rávøra, rentur og aðrar útreiðslur skulu gjaldast, gongur peningastreymurin skeivan veg.
 
Eisini hjá virkjunum í Hvalba og Tvøroyri hava hetta verið nakrir dýrir corona-mánaðir.
 
- Goymslurnar á virkjunum eru alt ov stórar í mun til tað vanliga hesa ársins tíð. Tað sigur seg sjálvt, at tá lítið fer út av virkjunum, so geva apríl og mai ikki pengar. Á saltfiskinum hava vit staðfest eina príslækking, og blokkvørurnar eru falnar í prísi, sigur Magnus Jespersen.
 
Eisini á Fiskavirkinum í Gøtu fara meiri pengar út enn inn í løtuni.
 
- Vit hava fastar lønir, rentur og aðrar útreiðslur. Og í løtuni missa vit uppá at hava virkið koyrandi, sigur Páll Gregersen.
 
Minka framleiðsluna
Í Gøtu hava tey sett ferðina niður í framleiðsluni og hava seinastu vikurnar arbeitt bara 70-80 prosent av tí vanliga. Hetta hevur gjørt, at tey hava ikki stórt meira á goymslu í dag enn somu tíð í fjør. Rávøran verður keypt nógv bíligari inn nú, men tann parturin av goymsluni, sum er framleiddur við dýrara rávøruinnkeypinum, verður seldur við tapi, ásannar Páll Gregersen.
 
Sum heild hava virkini roynt at laga framleiðsluna soleiðis, at goymslurnar ikki vaksa ov nógv. Tey keypa minni fisk inn. Starvsfólkini eru flestøll til arbeiðis, men arbeiða styttri dagar, og fleiri eru upp á skift í antin fiskavirkisskipanini ella coronaskipanini hjá ALS.
 
Skipini bløða
Treki marknaðurin og óttin fyri stórum príslækkingum á vørugoymsluni gera, at virkini keypa minni frá skipunum og bátum – og gjalda minni fyri fiskin.
 
Prísurin á eitt nú toski er minkaður úr umleið 20 krónum fyri kilo niður í 13-14 krónur. Virkini meta, at prísurin er lækkaður millum ein triðing og ein fjórðing í meðal, alt eftir hvat fiskaslag talan er um. Príslækkingin stendst bæði av corona, og tí at fiskurin er rak.
 
Stóri taparin í løtuni eru fiskimaðurin og skipini.
 
- Rávøruleverandørurin er stóri taparin í hesum her. Hinvegin er hann eisini vinnarin í góðum tíðum, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn.
 
Stjórarnir á virkjunum vita um bæði trolbátar, línuskip og útróðrarbátar, sum ikki loysa frá landi, tí eftirspurningurin er minkaður og prísurin lágur.
 
Nær kemur alt upp á pláss?
Ongin av virkisleiðslunum torir at spáa um, nær marknaðirnir verða vanligir aftur, og hvussu prísirnir fara at síggja út.
 
- Vit ana ikki, nær marknaðirnir lata upp aftur. Um vit koma út í juni og fáa avtalur tá, so sær ljósari út. Vandi er tó fyri, at goymslurnar verða so stórar, at prísurin raplar niðureftir, tá marknaðirnir lata upp, sigur Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu.
 
- Eg síggi ikki ljóst upp á tveir teir næstu mánaðirnar. Tað fer nokk at loysna aftur seinni, og eg vænti ikki so øgiligt skrædl í prísinum, sigur Martin Olsen, stjóri á Sandoy Seafood.
 
Hanus Hansen í JFK-samtakinum væntar, at tað gongur ein tíð, til marknaðurin kemur upp á pláss aftur.
 
- Eg síggi ljóst upp á, at tað verður í ordan, men tað fer at taka tíð, sigur hann.
 
Magnus Jespersen, stjóri á TG Seafood og Delta Seafood væntar, at støðan verður ikki normaliserað í bræði.
 
- Onki týðir uppá, at marknaðirnir vera teir somu, sum áðrenn corona. Hetta verður nógv drúgvari enn mann væntaði, sigur hann.
 
Á Vaðhorn tora tey heldur ikki at spáa um sølu og prís.
 
- Eg áni ikki, hvussu útlitini eru. Vit eru sera nógv ávirkað av globala marknaðinum – serliga Italia og Spania – og eru von við at vera í kreppu. Vit noyðast bara at laga okkum til hetta og royna at telva okkum burturúr hesum, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn.
 
Spurdir um ein serligan hjálparpakka til botnfiskavirkini, siga teir flestu, at um onki broytist næstu mánaðirnar, má okkurt gerast. Nøkur av virkjunum hava tosað saman um møguligar loysnir, men enn er onki endaligt á borðinum.
 
Eitt hav av avbjóðingum
Samanumtikið hava botnfiskavirkini altso fleiri avbjóðingar í løtuni:
 
Eftirspurningurin í Suðurevropa er framvegis ov lítil. Gongd tykist ikki heilt vera komin á matstovuvinnuna aftur, hóast londini hava boðað frá, at matstovurnar nú fara at lata upp aftur.
 
Haraftrat eru keypararnir ørkymlaðir og tora illa at keypa stórar lastir. Teir vita ikki, um teir sleppa av við vøruna og til hvønn prís.
 
Tryggingarnar hjá nógvum keyparum eru uppsagdar, og virkini kunnu ikki selja vøruna uttan trygd.
 
Og so er tað óvissan um, hvat hendir við prísinum, tá marknaðirnir lata uppaftur. Á fleiri virkjum óttast tey fyri, at nú fleiri framleiðarar hava fylt goymslurnar, fara prísirnir at rapla niðureftir, tá londini í Suðurevropa lata marknaðirnar upp aftur.