Tríggir borgarstjórar á básinum í Stavanger




Nú seinnapartin vóru ikki færri enn tríggir føroyskir borgarstjórar á føroyska básinum á oljuráðstevnuni ONS í Stavanger.




Í morgun var stóra móttøkan í Stavanger við luttøku av drottning Sonju.



Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommunur taka lut á serligum bási saman við føroysku vinnuni.

Á hesi myndini eru teir báðir Heðin Mortensen og Magnus Rasmussen saman við Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, sum eisini vitjar á ONS.