Tríggir góðir vinnarafilmar um endurnýtslu av pappíri og pappi

Nú eru  vinnararnir av filmkappingini um at endurnýta meira pappír og
papp bodnir til hátíðarhald í Perluni, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
í umhvørvismálum, handaði teimum vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur
frá Skógrøktini.



Á fyrsta plássi og sostatt besti filmur var “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna
Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini:
Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu
ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda
filmin til at vera tann besta í kappingini.
” 



http://www.us.fo/Files/Filer/US/dalking_og_vernd/myndir_ljod_video_filur/video/filmskapping_papir/Papp-dukkuhusid.mp4



Á øðrum plássi var
filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá
dómsnevndini var hendan: “Tær
frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at
endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera
tann næstbesta í kappingini.”



http://www.us.fo/Files/Filer/US/dalking_og_vernd/myndir_ljod_video_filur/video/filmskapping_papir/Drongur_teknar_Umhvorvisstovan_2018.mp4



Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini
“miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.


Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og
einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann
triðbesta í hesi kappingini.



Allir
tríggir filmarnir fara at vera at síggja í 
https://kvf.fo/sending/gevid-gaetur?sid=77619  seinni í vetur.



Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við
filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um
endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í
Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til
endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnastu um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir
29 filmar. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein
vinning. 



Í
dómsnevndini sótu:

Beinta Haraldsen, Klippfisk

Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk

Sissal Evudóttir Lervig, IRF

Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna

Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið

Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan



Filmskappingin
varð fíggjað av 
https://www.norden.org/da/taxonomy/term/799
undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, 
https://irf.fo/  og https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1287 .
Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni,
sum tók stig til kappingina.



Les meira um kappingina her: http://www.us.fo/Default.aspx?ID=14234



 



Umhvørvisstovan