Tryggja ríkisborgaraskapin

Sambandsflokkurin vil útvikla Ríkisfelagsskapin, og fáa
hann meira rúmligan og progressivan



 



Nú fleiri flokkar ynskja loysing frá Danmark, er
spurningurin um ríkisborgaraskapurin kann missast.



 



Sambandsflokkurin vil fegin hava
Uttanríkisheimildarlógina broytta. Hon var sett í verk í 2005 og hevur líka
síðani virkað sum eitt hegn rundan um Føroyar. Lógin vísti seg skjótt at verða
ein forðing fyri at fáa víðkaðar heimildir á uttanríkispolitiska økinum.



 



Heldur enn at hava hetta stikið um Føroyar, skulu vit
hava møguleika at útvikla okkara samskifti við umheimin. Soleiðis at føroyingar
kunnu víðkað sonevndu harmonikuna, sum vit vilja. Áður tingaðust vit við donsku
stjórnina, um trupuleikar vóru, og tá bar alt til.



 



Vit eiga at hava røttu heimildirnar á uttanlandsøkinum,
har ið føroyingar kunnu gera avtalur við øll lond, og vit skulu ikki avmarkast
við Heimildarlógini. Hóast USA ger avmarkingar í mun til onnur lond, so er
uttanríkispolitikkur í dag reinur handilspolitikkur. Handil er avgerandi fyri
Føroyar, og heimildirnar skulu gerast einfaldari.



 



RÍKISBORGARASKAPURIN



Við førda politikkinum og tráðanini hjá Javnaðarflokkinum
á fullveldiskós kunnu vit missa ríkisborgaraskapin. Tí skulu vit verða sera varin
við sonevndu ”stjórnarskipanini”, ið fleiri av føroysku flokkunum ynskja at
seta í verk. Verður ”stjórnarskipanin” veruleiki, so er helst vandi fyri, at
okkara felags ríkisborgaraskapur við Danmark kann missast. Tá missa føroyingar
sera nógv rættindi, sum teir hava í dag.



 



Um ríkisborgaraskapurin hvørvur, so spæla vit okkum nokk
eisini av við reyða ES-passið. Tað var sambandsløgmaðurin, Edmund Joensen, ið
útvegaði føroyingum hetta passið, og sum hevur gjørt tað ómetaliga nógv lættari
hjá føroyingum at ferðast um alt Europa, heimin allan, og at fáa arbeiði í ES.
Okkara sjómenn, ið eru um allan heim, hava eisini havt ovurstórar fyrimunir av
ES-passinum.



 



Fleiri enn 80 prosent av føroyingum brúka ES-passið.



 



SPURNINGUR TIL RÍKISUMBOÐIÐ



Sambandsflokkurin hevur sett Ríkisumboðnum spurning um
hetta sama, og ein av spurningunum ljóðar soleiðis: Kunnu føroyskir
myndugleikar, um so skuldi verið, at farið verður úr Ríkisfelagsskapinum, taka
danska statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum - ímóti teirra
vilja?



 



Sæð í ljósinum av, at statsborgaraskapurin er eitt
felagsmál, og at hesi mál verða avgjørd á Christansborg, virkar tað skeivt, at
man í tí danska partinum av ríkinum, kann seta í verk dupultan statsborgaraskap
uttan, at tað samstundis er galdandi fyri Føroyar



 



Tað valdar stór løgfrøðilig óvissa um hesar spurningar,
og tí verður hesin fyrispurningur settur Ríkisumboðnum.



 



Hóast vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins
frælsasta landi, so kann vandi vera fyri, at føroyingar fara at missa sín ríkisborgaraskap.



 



Bárður S. Nielsen



formaður í Sambandsflokkinum