Tummas Frank vann

Eftir: Ingolf S. Olsen


Úrslitið av sýsluformansvalinum í Sandoyar Sýslu merkir, at Tummas Frank Joensen frá 1. februar at rokna loysir Sniálv Røvilsberg av í nevndini í Føroya Fiskimannafelag.


Avbjóðarin Tummas Frank Joensen í Skúgvi vann á Sniálvi Røvilsberg á sýsluformansvalinum í Sandoyar Sýslu. Tað var greitt, tá uppteljingin var liðug á grannskoðaravirkinum Januar í morgun.


Tummas Frank Joensen fekk 67 prosent av atkvøðunum, meðan Sniálvur Røvilsberg, sitandi sýsluformaður, fekk 33 prosent. 48 av 117 limum – 41 prosent – greiddu atkvøðu á valinum.


Tað var bert í Sandoyar Sýslu at nakað veruligt val var, tí í øllum hinum sýslunum vórðu sitandi formenn valdir uttan mótvalevni.


Kelda: www.fiskimannafelag.fo