Umhvørvisdálking við Karlamagnusarbreyt

Byggi- og umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu fekk í síðstu viku fráboðan um, at órudd og skrell lá á einum felags øki við Karlamagnusarbreyt.

Talan er um eitt øki beint við síðuna av fótbóltsvøllinum, har nógv børn og ungdómar hava sína dagligu gongd.

Hetta er brot á Kunngerð nr. 147 um burturkast smb. § 10, ið áleggur øllum at nýta innsavningarskipanirnar hjá kommununi.

Karlamagnusarbreyt er eitt øki við nógvari nýbygging, og hevur kommunan í fleiri førum fingið fráboðan um órudd og burturkast í samband við byggivirksemið í økinum.

Tað er strangliga bannað at tveita burturkast burtur á henda hátt. Eigarar og arbeiðstakarar skulu nýta kommunualu avhendingarskipanina og lata burturkast inn til Endurnýtsluna á Hjalla.

Sí myndir av óruddinum.