Umleið hundrað hval

Grindin, sum funnin var norðan fyri Hósvík, var um niggjutíðina hildin til í Hvalvík. Ein leyslig meting sigur, at grindin er góðar 100 hval.


Hvalirnir vera í løtuni sleipaðir inn á bryggjuna í Hvalvík.


- Kunngjørt verður út á seinnapartin, nær seðlarnir koma út, varð upplýst av politistøðini í Havn fyri løtu síðani.