Undirhúsið á Toftum vitjaði løgtingið

Fríggjadagin 19. juli 2013 vóru fólk frá Undirhúsinum á Toftum og vitjaðu Løgtingið, har fyrsti næstformaður, sambandsmaðurin Alfred Olsen, tók ímóti.


Í tí politisku skipanini kenna vit skipanir við Undirhúsi, og tað vóru hesar skipanir Løgtingið og Undirhúsið, sum møttust.


Alfred Olsen, sum sjálvur er av Toftum, er oftani á vitjan í Undirhúsinum á Toftum.


Limirnar í Undirhúsinum vóru væl nøgdir við vitjanina.