Upsin í Mið og Magn

Upsin verður lýstur í nýggjasta Mið og Magn blaðnum, sum er limablaðið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum. Greinin viðger lívfrøðina hjá føroyska upsanum, t.d. tilgongd, vøkstur og ferðing. Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað greinina, grundað á samrøðu við Eydnu í Homrum, havlívfrøðing á Havstovuni, sum í fjør vardi PhD-ritgerð um lívfrøðina hjá føroyska upsanum.


Greinin kann lesast her: http://www.hav.fo/PDF/Mid_Magn_Rapport.pdf