Útbjóðing av prentingini av fíggjarlógaruppskotinum gevur stóra sparing

 Fíggjarmálaráðið
sparir umleið ein triðing av prentútreiðslunum við at bjóða út prentingina av
fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu
fíggjarlógini.




Fyri at fáa sum mest burtur úr skattakrónunum og samstundis stimbra undir
kappingina á privata vøru- og tænastumarknaðinum, hevur tað almenna skyldu at
bjóða út allar almennar uppgávur, sum á nakran hátt eru egnaðar til útbjóðing á
privata marknaðinum.



Fíggjarmálaráðið fer tí frameftir at bjóða út prentingina av
fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu
fíggjarlógini samlað í eina útbjóðing á hvørjum ári.



Hesuferð vórðu 3 prentsmiðjur bodnar at koma inn við tilboði. Tilboð komu inn
frá 2 veitarum innan ásettu tíðarfreistina. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt av, at
taka av lægsta tilboðnum, sum kom frá Føroyaprent.



Fíggjarmálaráðið, 12. september 2011