Útbreiðsla av makreli og sild í juli 2017

Felagskanningin av makreli í juli 2017 vísti, at nøgdin av makreli í Norðureysturatlantshavi var størri í ár enn í fjør, meðan nøgdirnar av sild var nakað minnið enn í fjør. Nøgdin av svartkjafti var eitt vet hægri enn í fjør.
 
Fimm skip luttóku í kanningini, m.a. Tróndur í Gøtu fyri Føroyar og Finnur Fríði, sum var leigaður at gera kanningarnar fyri Grønland. Nú tølini frá øllum skipunum eru sett saman, vísa úrslitini, at makrelurin stendur víða um í Norðureysturatlantshavi, meðan útbreiðslan av sild er meira avmarkað.
 
Makrelurin stendur frá heilt norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í eysturgrønlendskan sjógv. Ein munur í 2017 er, at minni er til í sunnara partinum av grønlendska økinum, meðan nógvur makrelur er á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv. Eisini er minni fram við norsku strondini í ár og í økinum sunnan fyri Ísland og Føroyar. Kanningarnar í ár vátta, at 2014 árgangurin av makreli er væl omanfyri miðal, sum ábendingar vóru um í fjør.
 
Sildin stendur, eins og undanfarin ár, í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og inn í kalda sjógvin norðan fyri Ísland, heilt inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki. Tó so, 2013 árgangurin sást út fyri Finnmørkini í ár, eins og millum vaksna stovnin longur vesturi. Hesin árgangurin, saman við 2009 árganginum, fara vónandi at økja um gýtingarstovnin komandi árini.
 
Hetta er annað árið at svartkjaftakanningar verða gjørdar í hesum kanningunum. Svartkjaftur var at síggja mestsum í øllum økinum, undantikið í kalda økinum norðan fyri Ísland og í grønlendskum øki.
 
Sí ensku frágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/IESSNS2017.pdf
 
Havstovan

31. august 2017