Útgávudagur við Døgg Nónsgjógv

Í dag, fríggjadag 9. okt., letur vælumtókta unga føroyska songkvinnan Døgg
Nónsgjógv út sína fyrstu fløgu. Í TUTL handlinum á Káta Hornið verður móttøka
kl. 16.30, har fløgan fæst til keyps, og Døgg fer at framføra nøkur løg, áðrenn
ein størri útgávukonsert er á skránni í Reinsarínum kl. 21 um kvøldið.

Stílurin á nýggju fløguni er í tráð við løg sum "Tú tók mína hond" og
"Tú ert hjá mær," ið vit longu kenna frá Døgg og kunnu sigast at
passa væl inn í singer/songwriter og popp sjangrurnar.



Fyrsta fløgan, ið nú kemur út og ber heitið "Nón," fevnir um glaðari
eins og stillari løg. Hon er persónlig og ognað pápanum.



-Hetta er ein fløga, sum eg havi gjørt til pápa mín. Tekstirnir eru skrivaðir
út frá sorg og kærleika," greiðir Døgg frá.



Fløgan er upptikin og ljóðblandað av Jens L. Thomsen í Støkumørk, Innan Glyvur,
og mastrað av Matt Colton á Alchemy Mastering í London. Afturat Døgg eru Drós
R. Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan Tausen, Jens L. Thomsen og Marius Ziska
við á fløguni.



Við á palli á útgávukonsertini á Reinsarínum vera fleiri kend føroysk
tónleikanøvn í Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Allan
Tausen, Drós Reinert Joensen og Sakaris.



Sí meir um Døgg á TUTL heimasíðuni, har fløgan
eisini fæst til keyps, eins og á Facebook profili hennara her:
facebook.com/dogg.nons