Útisetar til bíðilista til grundstykki

Á býráðsfundi í Havn í kvøld kemur eitt uppskot til viðgerðar, har mælt verður til at taka burtur forðingar fyri, at útisetar og fólk annars uttan fyri kommununa kunnu skriva seg upp á bíðilista til fasta ogn til privatan bústað, og soleiðis planleggja eina framtíð í høvuðsstaðnum.


Broytingin ber í sær, at allir útisetar fáa møguleika at skriva seg á bíðilista til grundstykki í Tórshavnar kommunu.


Málið er viðgjørt og samtykt í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.