Útlendingastovan verður løgd undir Umhvørvisstovuna

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur tikið avgerð um at leggja Útlendingastovuna undir Umhvørvisstovuna. Avgerðin fær gildi frá 1.juli 2012.


Á Útlendingastovuni starvast 3 starvsfólk. Hóast stovnurin í dag virkar væl, so er ein so lítil stovnur sera viðbrekin. Mett verður, at ein samanlegging av stovnunum kann tryggja brúkaranum eina betri tænastu, umframt at raksturin av Útlendingastovuni, sum er, verður bíligari.


Ein samanleggingartilgongd verður nú løgd til rættis saman við Innlendismálaráðnum, og báðir stovnar og teirra starvsfólk verða kunnað um ætlanina og fáa møguleika at verða hoyrd og at ávirka tilgongdina.