Uttanflokkalistin klárur til fólkatingsvalið!

Teir hildu, at tað ikki bar til, men teir fingu annað at
síggja!  



Uttanflokkalistin stillar upp til fólkatingið fyri at
vinna aftur okkara rætt til sjálvi at gera av hvat ið skal henda her hjá okkum.



Flokkarnir hildu, at listin ikki fór at megna at stilla
upp, tí teir høvdu ásett, at teir sjálvir kundu stilla upp uttan stillarar
yvirhøvur, men at uttanflokkalistar skulu hava minst 150 stillarar.



Men tí miklu undirtøku fyri at takka, listin hevur
fingið, er hann nú komin um fyrsta snávingarsteinin og er klárur at leggja fyri
valnevndina tá valið er útskrivað. 



Nú er gøtan greið til at Føroya fólk kann senda tey boð
til komandi donsku stjórn, at vit ikki longur vilja lata okkum tann órætt
lynda, sum hon og allar aðrar danskar stjórnir higartil hava boðið okkum.



Zakarias Wang



Fólkatingsvalevni