Vallyfti, sum halda!

Eftir Levi Mørk, vallevni fyri Javnaðarflokkin, lista C til býráðsvalið.


Nógv av teimum hjartamálum, eg setti mær fyri at vera við til at gjøgnumføra í farna býráðsvalskeiðinum, eru blivin veruleiki. Tað er ætlan mín at arbeiða líka so hart fyri, at tey hjartamál, sum eg seti mær fyri í næsta skeiði, eisini verða framd.


Eg havi eitt sterkt og inniligt ynski um at gera Havnina til ein betri bý fyri íbúgvarnar. Eg meti meg føran fyri at gjøgnumføra tey mál, eg seti mær fyri, tí eg havi orku og áræði til troyttaleyst at berjast fyri mínum hjartamálum - serliga innan sosiala økið, byggi- og býarætlan, heilsumál og mentan. Her havi eg nógvar visjónir um bata og menning.


Visjónir og áræði skal til, men ein av orsøkunum til, at tað eydnast at fáa mál ígjøgnum, er eisini samstarvsvilji. Eg havi altíð virt øll fólk - eisini míni politisku mótstøðufólk – líkamikið hvønn politiskan lit, kyn, aldur, húðalit, religión, livihátt osfr., tey hava. Tí kann ein og hvør kenna seg tryggan við at samstarva við mær. Í felag fáa vit tingini til at henda.


Fyri at geva veljaranum eina hóming av, hvat eg havi arbeitt við higartil saman við øðrum, fari eg her at seta ein lista upp við gjøgnumførdum málum:


Hjartamál, sum eru framd í 2009 – 2012


• Tráðleys internet hotspots eru komin í bussleiðina, á býarbókasavninum og aðrastaðni í Havnini í 2011 – 2012


• Fleiri FIFA sparkivøllir eru gjørdir í 2009 - 2012


• Barna- og ungdómshús er komið í Hoyvík


• Fleiri sparingar á dagstovnaøkinum fyri 2012 eru steðgaðar


• Fleiri spælipláss eru komin, t.d. úti í Svanga í 2009-2012


• Peningur er fingin til fótbóltsvøll í Hoyvík í 2012-2013


• Peningur er fingin til djóragarð/upplivingartilboð í 2012-2013


• Peningur er fingin til býrabókasavnið, har kjallarin er innrættaður í 2012 til spælistovu til børn


• Peningur er fingin til innrættan av Ítróttarhøllini í Kollafirði í 2011-2012


• Fleiri fólk hava fingið hjálp við ymiskum truplum byggiloyvum í 2009-2012


• Verið við til at fáa skúlatryggan veg, sum verður gjørdur í løtuni í Kollafirði


• Verið við til at fáa ferðslutryggan veg til Barnagarðin í Kollafirði


• Vart alt barna- og ungdómsøkið 2009-2012


• Verið við til at fáa ungdómstilboð úti á Norðasta Horni og í Nólsoy í 2009-2012


• Verið við til at fáa útstykkingar í Hoyvík/Myllutjørn 2010-2012, Kaldbak og Millum Gilja/Djúpa Gil


• Verið við til at fáa útstykkingarætlan í 2009-2012, sum nú er á veg


• Verið við til at fáa spælipláss í Grasagarði í 2012, sum nú er á veg


• Verið við til at fáa frítíðartilboð til triða flokk í 2012


• Verið við til eina víðkan av Vágsbotni til gleði fyri havnaborgarar og vitjandi


• Verið við til at gjørt heildarætlan fyri økið á Bryggjubakka í 2012


• Verið við til at gera Frílendisætlan við Hoydalsá í 2012


• Verið við til at broyta byggisamtyktir fyri økið við Sundsvegin 2012


• Verið við til at fáa ókeypis bussleið og tænastur í bussleiðina í 2009-2012


• Verið við til at gera ferðslutryggar vegir til Hoyvíkar skúla í 2011


• Verið við til nýmótansgerð av Kongabrúnni í 2012


• Verið við til at fáa svimjibrúgv í Sandagerði í 2012


• Verið við til at útbyggja Hoyvíkshøllina


• Verið við til, at syrgja fyri, at tey ungu undir 18 ár hava møguleika fyri at brúka Dansifrøði til dans og DJ/show o.a. í 2010-2012


• Verið við til at bøta um havnaviðurskiftini í Kollafirði og í Tórshavn


• Verið við til at fáa feiri vinnustykkir í Hoyvík og úti á Skarðshjalla í 2011-2012


• Verið við til fáa fleiri parkeringøki í miðbýnum 2011-2012


Hetta eru komandi málini, eg havi sett mær fyri at fáa gjøgnumførd í næsta skeiði:


• Lív skal fáast aftur í miðbýin, so havnaborgarar kenna, at teir liva í einum býi og ikki eini bygd.


• Havnin skal hava fleiri talgildar tænastur í 2012 – 2013


• Miðbýraætlan skal fremjast frá 2013 og fram


• Ætlan skal gerast fyri Skálatrøð í 2013- 2012


• Steinatún skal gerast til eitt nógv meira spennandi øki við dámi av røttum býi.


• Serstøk byggisamtykt fyri eldri og siðsøgulig sethús skal fremjast frá 2013 og fram


• Heimleys skulu fáa hitastovu at vera í sum skjótast.


• Havnin skal hava fleiri internetcaféir


• Havnin skal gerast tónleikamiðstøð Føroya, har tónleikalívið skal mennast og blóma, so tað dregur fleiri vitjandi til Havnina og skapar trivnað fyri havnaborgarar og onnur


• Fleiri íbúðir skulu byggjast til eldri, støk og lesandi í 2012 – 2016


• Golfvøllurin á Glyvursnesi skal raðfestast


• Ætlanin við at byggja 50 metra svimjihyl skal verksetast


• Betri karmar skulu vera til vinnulívið. Gongd skal fáast vinnuvirksemið á Bacalao


• Fígging til keyp av lendi til ein Djóradepil skal fáast í 2012-2013


• Heildarætlan skal gerast fyri Hoydalsá í 2013


• Lendi til Barnagarð í Kollafirði skal keypast í 2013


• Fleiri ungdómshús skulu setast á stovn í Kaldbak, á Velbastað, á Argjum og í Kollafirði í 2013


• Frítíðartilboð skulu vera til triðja til fimta flokk í Badmintonhøllini í 2013


• Serstovur til børn við serligum tørvi skulu gerast í Hoyvík


• Eina høll til nógv sløg av ítrótti skal byggjast í Vesturbýnum í 2013 – 2015


• Havnin skal hava nýggjan Vesturskúla í 2013 – 2016


• Nýggjur stórur frítíðarstovnur til børn og ung í Hoyvík í 2014 -2016


• Ein nýggj loysn skal finnast fyri Hitamiðstøðina í Hoyvík


• Vetrarfriðing skal fáast í lag í Kollafirði


• Svimjihylurin í Nólsoy skal á fíggjarlógina í 2015 – 2016


• Vinnulívsdeild setast á stovn í 2013 – 2014


• Betri kamping umstøður skulu setast í verk í 2012 og fram


• Spælipláss í Gundadali skal gerast í 2012-2016


• Síðst, men ikki minst: Ymisleiki hjá fólki skal virðast og tollyndi stuðlast, so øll kunnu trívast í Havn


Ein og hvør, sum hevur fylgt við, kann staðfesta, at tey mál, eg setti mær fyri at vera við til at gjøgnumføra seinasta skeið, eru so gott sum øll gjøgnumførd. Vallyftini, eg kom við tá, vóru sostatt IKKI tóm vallyfti. Tí tori eg at føra meg fram við slagorðinum: "Vallyfti, sum halda!"


Ynskir tú, at omanfyrnevndu mál verða gjøgnumførd í næsta býráðsvalsskeiði, so set krossin við Levi Mørk, lista C.