Valnevndin kannar valevnislistarnar

Valnevndin sat ígjár á Umhvørvisstovuni saman við starvsfólkum á landsfólkayvirlitinum og eftirkannaði valevnislistarnar


Freistin at lata inn valevnislistarnar hjá politisku flokkunum var úti í gjár kl. 18.00. Valnevndin hevði leitað sær á Umhvørvisstovuna fyri at eftirkannað valevnislistarnar.


Valevnini skuldu kannast og eisini uppstillararnir.


Malan Johansen, forkvinna í Valnevndini lat væl at arbeiðinum, sum gekk skjótt og gott.