Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum liðugt umvælt

VERKÆTLAN: Týsdagin klokkan 13.00 verður skipað fyri móttøku á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, sum nú er liðugt umvælt og útbygt.


Eftir eina umfatandi umvæling og útbygging eru umstøðurnar á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum nú vorðnar munandi betri.


Sjálv nýtímansgerðingin og umvælingin hevur kostað 12 mió. krónur, meðan aðrar 8,5 mió. krónur eru nýttar til at keypa og seta upp nýggja útgerð.


Í sambandi við, at arbeiðið er um at vera liðugt, verður í morgin skipað fyri móttøku á vaskarínum, har Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fara at siga nøkur orð, eins og greitt verður frá arbeiðinum.


Eftir hetta verður rundvísing, har høvi verður at síggja nýggju umstøðurnar á vaskarínum.


Verkætlanin hevur kravt sera neyva planlegging, tí vaskaríið hevur verið virkið so at siga alla tíðina, meðan arbeiðið er farið fram.


Fakta


Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið


Byggiharri: Landsverk


Ráðgevar: KJ-Elráð, el-ráðgeving, PB Consult, HVS ráðgeving, HMP Consult, ráðgeving í konstruktiónum, MAP Arkitektar, arkitektar og prosjekteringsleiðsla


Arbeiðstakarar:


Jørarbeiði: Andrias Berg


Elementveiting: TG Verk


Timburarbeiði: Húsavøratænastan


HVS: Demich


El: EL.FO


Hotøkur: Betongsaging


Fasaduarbeiði: Aluplast


Umbyggingin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið á 489,3 mió. kr.