Verið við í jólasøluni

Hevur tú okkurt at selja, dekoratiónir, jólalutir, prýði, jólamat, bakstur ella okkurt heilt annað, so hevur tú møguleika at lána ein sølubás niðri í Vágsbotni í jólamánaðinum.


Talan er um størru básarnar, ikki smátturnar, tí tær verða brúktar til framsýningar og sum spælihús til børnini í tinghús- og sparikassagarðinum. Básarnir koma at standa niðri við standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni.


Jólafyrireikingar hava nú eina tíð verið hjá kommununi og á Kunningarstovuni. Øll tey, sum hava áhuga at selja okkurt í básunum kunnu seta seg í samband við Kunningarstovuna á tel. 302425.


Tað skal gjaldast eitt depositum á 400 krónur fyri at lána ein bás.