VIDEO: 300 ÁRA SØGA GRIVIN UNDAN GÓLVINUM Í STOKKASTOVUNI

Stokkastovan varð bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin ið herjaði alt Tinganes í 1673, og er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Sambært kanningum av stokkunum er teir høgdir í Noregi 1683-84, og er Stokkastovan sosttatt eldri enn 330 ár.

Stokkastovan er bygd av Gablafeðgunum, sum høvdu Føroyar í len frá 1655 til 1709, og bygningurin var síðani yvirtikin av Kongaliga einahandlinum. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum og umvegis gomlu "Vippuna" á Eystaru vág eru vørur skipaðar inn og út av Stokkastovuni.

Bygningurin verður nú høvuðsumvældur og settur aftur í uppruna stand og skal í framtíðini brúkast til ymisk almenn tiltøk. Í hesum sambandi er gamla gólvið tikið upp, og fornfrøðingar frá Tjóðsavninum hava funnið eina ørgrynnu av forvitnisligum lutum undir brettunum. Tað mest forvitnisliga, tey hava funnið, var ein kjallari við vøkrum, steinsettum gólvi og grótveggjum, ið fjaldi seg undir moldini.

VIDEO: Hoyr Helga Michelsen og Ann Sølviu S. Purkhús greiða frá spennandi gripunum og arbeiðinum undir gólvinum í Stokkastovuni.


 Síggj video