Fráboðan til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um ikki at senda uppskot um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap til almenna hoyring, og heldur ikki til politisku flokkarnar, fyrr enn flokkarnir hava gjørt sínar viðmerkingar til fyriliggjandi upprit.
Sambandsflokkurin, ið situr og viðgerð vinnu-politisku verkætlanina um at nýskipa føroysku fiskivinnuna og uppritið Um at broyta fiskivinnulóggávuna – útvald evni, fer við hesum at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um ikki at senda uppskot um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap til almenna hoyring og heldur ikki til politisku flokkarnar, fyrr enn flokkarnir hava gjørt sínar viðmerkingar til fyriliggjandi upprit.
Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at tað vil órógva tí politisku tilgongdina og kemur at virka meiningsleyst at koma við viðmerkingum til uppritið, um so er, at eitt lógaruppskot kemur út áðrenn møguligar viðmerkingar eru komnar frá flokkunum.
Heilsan
Alfred Olsen
Formaður fyri tingbólk Sambandsfloksins