Vinnulívsseminar 27. mai – umboð fyri svenskt vinnulív á vitjan

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar. Týsdagin 27. mai kl. 10.00 – 13.30 verður skipað fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum við luttøku av svenska handilsráðharranum Ewu Björling og umboðum fyri svenskt vinnulív.


Yvirskipaða endamálið er at menna samstarvið millum føroyska og svenska vinnu.


Luttakandi fyritøkur:


Orkla Foods


Skandinaviska Enskilda Banken (SEB)


Saab


NCC


Nibe/Vølund


Volvo


Fiskareföreningen Norden