Vit skulu enn einaferð minna tykkum á at minnist til útlendsku starvsfólkini

Vinnuhúsið heitir enn einaferð á allar arbeiðsgevarar, sum hava útlendingar í starvi, um at tryggja, at útlendingar eru kunnaðir um støðuna við COVID-19

Arbeiðsgevarar mugu í hesum døgum átaka sær eina víðkaða skyldu at syrgja fyri, at útlendsk starvsfólk fáa greiða kunning um støðuna og almennu tilmælini fyri atburð í sambandi við coronavirus COVID-19.

Vinnuhúsið hevur sent øllum limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag eina áheitan um at tryggja, at allir útlendingar, teir hava í starvi, eru kunnaðir um coronavirus. 

- Nógvir útlendingar starvast í Føroyum, og tað er av stórum týdningi, at teir fáa neyðugu kunningina hjá føroysku myndugleikunum viðvíkjandi smittuvanda, fyribyrging og øðrum tilráðingum, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. 

Eisini skulu arbeiðsgevararnir vissa seg um, at útlendsku starvsfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.

Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.

Atgongdin til landið er nú avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.
 
Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passeftirlit, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.