Vit skulu hava viðgerðartrygd - behandlingsgaranti til føroyingar

Okkara heilsuverk hevur brúk fyri, at árliga játtanin hækkar við 300 mió. kr. í mun til verandi støðið, um vit skulu lyftast upp á sama støðið sum Danmark og hini norðanlondini. 

Hetta er ein hækking, sum skal brúkast til fleiri serlæknar og heilivág, og sum verður neyðug, tá framskrivningar av fólkatalinum og fólkasamansetningini siga okkum, at enn fleiri føroyingar í framtíðini koma at hava tørv á sjúkraviðgerð, rehabilitering o.a.

Hetta svarar til, at vit komandi 10 árini skulu seta 3 mia. kr. meira til í játtanum til heilsuverkið. 

Hetta mugu og skulu vit taka í størsta álvara.

Um vit ikki gera tað, koma fleiri og fleiri at tekna privatar sjúkratryggingar, soleiðis at grundarlagið spakuliga verður tikið undan okkara heilsuverki, íroknað langtíðarviðgerð av kroniskum sjúkum, menning, gransking o.a. 

Tað er umráðandi, at dygdin í okkara heilsuverki er á einum kappingarførum støði - og her er viðgerðartrygdin lykilin til, at ikki øll fara til privatsjúkrahús ella velja okkara felags heilsuverk frá.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin