Vit undrast á, at so lítil dentur verður lagdur á gransking

Granskingarráðið hevur lisið valskráirnar hjá flokkunum fyri
at vita, hvat verður skrivað beinleiðis um gransking og tað er sum heild hvørki
serliga umfatandi ella serliga ítøkiligt.



Tað er eftir okkara tykki undrunarvert, at so lítil dentur
verður lagdur á gransking til hetta valið, tí breið semja hevur verið um, at
íløgur í gransking eru týdningarmiklar fyri framhaldandi vøkstur.



Samfelag okkara stendur eins og allur heimurin fyri
ovurstórum avbjóðingum. Fólkatal við skeivum aldursbýti, vaksandi trýst á
heilsuverkið, krøv um burðardygga tilfeingisumsiting, veðurlagsbroytingar og
økt sosialt spenni millum fólk í Føroyum eru nøkur av átrokandi evnunum, sum
politiska skipanin má fyrihalda seg til. Hesi evni eru øll aktuell og umrødd í
valstríðnum, men gransking verður nærum ikki nevnd í hesum samanhanginum.



Granskingarráðið lat á vári 2013 landsstýrinum “Tilmæli -
ætlan um verksetan og fokusøki” av yvirskipaða granskingarpolitikkinum Vitan
& Vøkstur, sum varð samtyktur av Vísindaráðnum á fundi 28. januar 2011.
Hann skuldi vera galdandi fyri tíðarskeiðið 2011-2015. Tilmælið um verksetan
var úrslit av drúgvum arbeiði, har granskingarstovnar og granskarar vóru við í
allari tilgongdini.



Í tilmælinum varð mælt til at raðfesta gransking á hesum
fokusøkjum:



• Hvussu fyrireika vit okkum at standa ímóti avleiðingum av
veðurlagsbroytingum?



• Hvaðani fáa vit orku í framtíðini?



• Hvussu umsita og gagnnýta vit best tilfeingið í havinum?



• Hvussu gagnnýta og menna vit okkara tilfeingi til nýggjar
og fleiri vinnugreinar?



• Hvussu finna og gagnnýta vit vitan um heilsu hjá
menniskjanum?



• Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar?



Politiska skipanin skal og kann skapa karmarnar fyri
framtíðar Føroyar, har hesar avbjóðingar vera lyftar og rákið vent, so Føroyar
verða eitt betri, sterkari og burðardygt samfelag, har rúm er fyri øllum
borgarum landsins, har tað legst afturat á øllum økjum og har fjølbroytni er
stóra styrkin.



Hóast alt Landsstýrið var partur av Vísindaráðnum, sum
samtykti granskingarpolitikkin, og tilmæli um verksetan varð latið
Landsstýrinum, so er at kalla eingin raðfesting av gransking á fokusøkjunum, og
játtanin til gransking er ikki økt, við undantakið av at Sjúkrakassafæið var
sett av til heilsugransking.



Eftir okkara tykki kann ein munandi almenn satsing uppá
gransking:



• Seta ferð á eina menning, so vit fáa økt um virðini í
framleiðsluvinnuni og styrkt kappingarføri



• Skapa gróðrarlíkindi fyri, at nýggjar fyritøkur og vinnur
kunnu kveikjast úr verandi virksemi



• Skapa tíðarhóskandi vitanarstørv, sum gevur samfelagnum
serfrøðingar á nógvum økjum, hvørs vitan og íblástur uttan úr heimi og innlit í
okkara samfelag kann kveikja og skapa á øllum hugsandi økjum



• Økja um tilflyting av vælútbúnum fólkum



• Skapa karmar fyri, at onnur eisini gera íløgur í
gransking, bæði vinnan í Føroyum og altjóða keldur, sum t.d.
ES-granskingarskráin og stórar vinnufyritøkur



Okkum tørvar gransking at lyfta stóru
samfelagsavbjóðingarnar. Hendan gransking skal vera málrættað og arbeiðast má
tvørvísindaligt. Endamálið er at skapa vøkstur, vælferð, tíðarhóskandi
arbeiðspláss og trivnað fyri borgarar landsins.



Tilmælið, sum varð latið politisku skipanini til viðgerðar
og støðutakan, varð grundað á eina felags fatan av og visión um gransking sum
amboð at menna samfelagið. Ynskiligt hevði verið at sæð hesa fatan og hendan
samfelagstørv greiðari ásannaðan í valskráunum og valkjakinum hjá flokkunum.