Vøkstur, sjálvbjargni og nýskipan heldur enn bókhald og niðurlaging

Framsókn leggur fram broytingaruppskot til játtanarkarmarnar fyri 2013


Framsókn tekur ikki undir við játtanarkørmunum hjá samgonguni fyri 2013. Vit halda okkum hvørki finna visónir ella politikk í uppskotinum frá landsstýrinum. Niðanfyri eru uppskot um broytingar í inntøkum og útreiðslum. Tær stuðla í høvuðsheitum umdir hesar boðskapir:


Fremjið nýskipanir


Í fyrsta lagi byggja framskrivingarnar á beinleiðis skeiv grundtøl. Í øðrum lagi miðar samgongan ikki eftir vinnuligum vøkstri, m.a. frá nýskipan av høvuðsvinnuni. Í triðja lagi vísir hon ikki á ítøkiligar nýskipanir av tí almenna geiranum. Í fjórða lagi førkar hon seg longur burtur frá føroyskum sjálvbjargni.


Skapið vøkstur


Meðan at kalla øll onnur lond í Europa longu hava trároynt allar sínar vakstrarmøguleikar, er tað sama ikki galdandi fyri okkum. Meðan tey bara hava tann møguleika eftir at minka um tænastunar og soleiðis vælferðina, kunnu vit nýskipa bæði høvuðsvinnuna og almenna geiran og soleiðis tryggja vøkstur, vælferð og ein sjálvberandi búskap samstundis.


Minkið blokkin


Framsókn er einasti flokkur á tingi, sum mælir til at taka hækkingina í ríkisveitingini burtur aftur. Hetta undrar okkum stórliga.


Gerið skattin kappingarføran


Framsókn er í prinsippinum fyri bæði generellari skattalækking og fyri einum lægri marginalskatti, sum ikki køvir arbeiðshugin hjá føroyingum. Hinvegin harmast vit um, at skattaumleggingin hjá samgonguni bæði er asosial og ikki elvir til neyðuga nývirksemið í landinum.


Gerið fiskivinnuna studningsfría og meira gevandi


Í okkara vinnupolitikki ynskir Framsókn at gera fiskivinnuna føra fyri at vinna muanndi meira, bæði til sín sjálvs og alt samfelagið. Vit miða eisini ímóti at fáa allan avlagandi stuðul burtur innan fimm ár, og vit mæla tí til, at farið verður undir at lækka sjómannafrádráttin.


Skerjið órímiligu ágóðarnar hjá landsstýris- og løgtingsmonnum


Skattafría endurgjaldið, sum landstýrisfólk og løgtingsfólk fáa fyri at koyra millum bústað og arbeiðspláss, hevur eina høpisleysa upphædd í mun til hana, sum aðrir borgarar fáa. Tað skal tí lækkast munandi.


Styrkið uttanríkistænastuna


Heldur enn at minka um virksemið hjá uttanríkistænstuni eiga vit at vaksa um orkuna har, soleiðis at vit í enn størri mun røkja áhugamálini hjá føroysku tjóðini.


Styrkið útbúgvingarnar, granskingina og vitanina.


Fróðskaparsetrið skal uppraðfestast, granskingarsamstarvið við ES skal halda fram, Marknagilsdepilin skal standa liðurgur í 2015 og Vinnuháskúlin skal fáa frið at virka og ikki gerast eitt politiskt eksperiment hjá landsstýrismanninum. Havransóknir og Havrannsóknarskipið skulu uppraðfestast. Vit kunnu taka undir við uppskotinum hjá minnilutanum í fíggjarnevndini um at játta pening til at fyrireika eftirskúla. Lestrarstuðulin skal vera á sama støði sum í grannalondunum.


Styrkið mentanararbeiðið


Somuleiðis taka vit undir við minnilutanum í fíggjarnevndini um, at Mentunargrunnurin fær pening til filmslist, at Føroya Symfoniorkestur fær eina meirjáttan, og at vit skulu fara undir at byggja nýtt Tjóðleikhús.


Sleppið høpisleysum broytingum


Vit góðtaka ikki, at Landsbankin verður lagdur undir Fíggjarmálaráðið. Landsbankin skal framvegis virka sum sjálvstøðugur og óheftur stovnur. Tað sama skal Hagstovan.


Fremjið heldur aðrar broytingar


Vit skulu fyrireika yvirtøku av loftrúminum. Vit skulu yvirtaka útlendingamál.


Takið ferðaavgjaldið av


Ferðaavgjaldið er ikki gagnligt, hvørki fyri tann einstaka ferðandi ella fyri samfelagið. Framsókn heldur, at so fáar forðingar, sum yvirhøvur tilber, skulu verða tengdar at ferðing til og úr Føroyum.


Skapið javnvág og búskapargrunn á skilagóðan hátt


Umráðandi er, at vit skjótast gjørligt fáa javnvág á fíggjarlógina. Ansast skal tó eftir, at vit ikki gera hetta í óðum verkum. Tá yvirskot aftur er á fíggjarlógini, skal skundast undir at gjalda skuld aftur og at seta í Búskapargrunn. Tað er ikki rætt at byggja búskapargrunn upp við at læna pening til endamálið. Vit mæla framvegis til okkara uppskot um eina konjunkturútjavningarlóg, sum samgongan av ófatiligum grundum feldi herfyri.


Vísandi til omanfyri standandi skjýtur Framsókn upp hesar broytingar í játtanarkørmunum: Framsókn, uppskot til játtanarkarmar


Sí talvur