Yvirskot landskassans tódnar niður í ein triðing

Hóast 1.000 mió. kr. eru tiknar inn í eykaskattum og gjøldum frá borgarum og vinnu, er yvirskotið lækkað niður í 200 mió. kr. í mun til knappar 600 mió. kr. í 2017, og onki er goldið niður av skuldini

Sporini ræða
Samgongan hevur frá byrjan av valskeiðnum lagt seg eftir at fíggja ótálmaða útreiðsluvøksturin við nýggjum skattum og avgjøldum á borgarar og vinnu, og hóast hesar inntøkur eru øktar við 1.000 mió. er hetta ikki nokk til at fíggja øktu ótálmaða útreiðsluvøksturin hjá landskassanum.

Hetta er sama gongd vit hava sæð áður tá flokkar uttan fíggjarliga ábyrgd sita við valdið og stýra føroyska búskapinum útav eggini. Vit sóu tað í 80-inum, søgan endurtók seg í fullveldislandsstýrinum og aftur í 2008.

http://samband.fo/Files/Billeder/Grafikkur_%20greinar%20o.a/Landskassans%20yvirskot.png

Kelda: Roknskapargrunnur landsins pr. 07.02.2019

Skuldin ikki niðurgoldin
Búskaparliga hevur alt gingið við, góður fiskiskapur, methøgir fiskaprísir, alivinnan stóran framburð og metstórar íløgur á landið. Hóast allir pílar peika rættan veg, er almenna skuldin ikki niðurgoldin í hesum valskeiðnum.

Búskaparliga kósin hjá samgonguni hevur verið til óbótaligan skaða fyri Føroyar og føroyingar og upptakið verður øgiligt.

Búskaparlig ábyrgd
Tað er heilt týðiligt, at í løtuni er ongin, sum rættuliga hættar sær at tosa um at vera búskaparliga ansin og at brynja okkum til verri tíðir, uttan at verða kallaður ljósasløkkjari.

Samgongan og landsstýrið seta sjálvsøkin mál á politisku dagskránna, fyri at vinna sær sjálvum politiskan fyrimun, hetta skapar órógv og spjaðing í fólkinum.

Vit eiga at seta okkum mál um at skapa vinnulig arbeiðspláss og inntøkur – og sum hava við sær, at vit kunnu yvirliva búskaparliga og varðveita okkara vælferðarsamfelag.

Føroyar og føroyingar fara ongantíð at yvirliva og klára seg við populistiskum og nationalistiskum dreymum og signalpolitikki.

Tað gerst einans við hørðum arbeiði og realpolitikki.

Bárður Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum