Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Er hetta uppskot ikki við til at fáa almennu Føroyar, at góðtaka journalistiskan Rásu-reinleika eftir Losju-konsepti, við stuðli úr Løgtinginum”?!

Nú er fjølmiðlanevndin sett. Í hesum sambandi kunnu vit endurprenta hoyringskriv okkara til lógaruppskoti, sum var so væl úr hondum greitt, at eitt nú, Oyggjatíðindi, ikki so frægt sum kann søkja um stuðul, skuldi hugurin, trongdin ella neyðin borið borið tann vegin. Eitt úrslrit av sensurinum, sum høgra og vinstravongurin í føroyskum politikki kunnu semjast um.
------------
25.09. 2015: Nú forfylgingin av oyggjatíðindum aftur er komin í hæddina, kunnu vit passaliga endurprenta hoyringsskrivið, sum skrivað varð í samband við lógaruppskot, sum ikki bleiv til nakað. Hetta skriv sigur eitt sindur um hvat tað er fyri kreftir, sum spæla sær við pressuni, og tey, sum ikki vilja spæla við, uppliva at vera komin í eitt journalistiskt aparteid.

Góðan lesihug.
--------------

Hoyringsskriv frá Oyggjatíðindum um uppskot til løgtingslóg um stuðul til privatar fjølmiðlar, dagfest 13. februar 2015. 

Máltal hjá Mentamálaráðnum: 14/00863-5

Skrivað hevur
Dan Klein,
journalistur

Eg skal skunda mær at siga, at hetta uppskot leggur ikki upp fyri, at Oyggjatíðindi bæði hevur eina heimasíðu: www.oyggjatidindi.com, samstundis, sum blaðið verður givið út í pdf-útgávu einaferð um vikuna, og hvørjaferð í 16 síðum, eisini við redaktionellum greinum.

Hesar redaktionellu greinar koma ikki altíð út á heimasíðuna, men tað hendir tó, at ávísar greinar vinna út á heimasíðuna kortini. Hetta merkir, at stórur partur av tilfarinum á okkara portali kann myndast við innsendum tilfari, men samlað hevur blað og portalur góðar journalistiskar, og sokallaðar redaktionellar greinar.

Lat okkum so eisini sláa fast, at ætlanin er, at tað verður Miðlastuðulsnevndin, sum avgerð, hvørjir privatir miðlar hava rætt til stuðul eftir uppskotinum, og her er sett út í kortið, at ikki skal vera pláss fyri Oyggjatíðindum. Tað tryggjar Stór-losjan í “góðum fjølmiðlasiði” fyri, men neyvan er hetta ætlanin hjá landsstýrismanninum, sum tó við hesum sleppur at standa sína roynd. Soleiðis sær hetta losju-landslag út: 

Limirnir í Miðlastuðulsnevndini koma úr Føroysk Miðlafólk, t.v.s. úr Kringvarpinum, Sosialinum, og úr gomlu og endurreistu Dimmalætting, og kanska onkrum aftrat. Tað skal ikki nógv hugflog fyri at finna útav, at júst hesir miðlarnir hava skapt sína egnu Stór Losju í føroyska miðla-landslagnum.

Hesir miðlar prógva hvønn einasta dag, at teir halda saman, og hava fordómar um kappingarneytarnar, men hava so eisini møguleikan, at tiga hesi niður, sum teimum ikki dámar, hóast hetta beinleiðis stríðir í móti “Public Service” hugtakinum, og beinleiðis er brot á góðan fjølmiðlasið.

Tað er sera álvarsamt, at tiga týdningarmiklar samfelagsviðkomandi upplýsingar ella avdúkingar, bara tí hetta ikki kemur frá tí “rætta” miðlinum, so trupulleikin er nógv størri enn nakar gáar um. Her er talan um grovan sensur, sum beinleiðis er brot á mannarættindini, sum eitt fólkaræði eigur at byggja á. Tí hevur tað í hesum umfarinum sera stóran týdning at vita, at tað júst eru hesir miðlar, sum stýra Fjølmiðlanevndini, haðar føroyskir miðlar kunnu klagast inn fyri, um tað er onkur, sum ikki heldur seg vera viðgjørdan rætt í grein, sending ella í orðaskifti. 

Fjølmiðlanevndin hevur leiðreglur at ganga eftir. Útgangsstøði hjá nevndini er, at miðlarnir hava frælsi til sjálvir at avgera hvussu teir hvør í sínum lagi, viðgera samfelagsviðurskiftir, men leiðreglurnar fyri “Góðan fjølmiðlasið” eiga at liggja til grund.

Er tað so onkur sum heldur, at ein fjølmiðil er farin út um mark, so verður hetta viðgjørt av Fjølmiðlanevndini, sum tó bara umboðar ein lítlan part av øllum miðlum. Tá kann ikki umgangast, at viðgerðir og avgerðir hjá hesum losju-felagsskapi so ella so er littur, tí losjan er í andstøðu til miðlarnar uttanfyri sína egnu “Losju”, og oftast tí eisini í andsøgn við endamálsorðingina í lógini um góðan fjølmiðlasið.

Hinir privatu miðlarnir, sum telja einar 8-10 miðlar, hava onki at skula sagt, tí nevnda losja hevur klókað seg uppá moralskan og etiskt rættan journalistik, og um hinir ikki uppfylla TEIRRA krøv, so speglast hetta aftur í avgerð hjá Fjølmiðlanevndini, sum við nevnda uppskoti, onki endamál hevur sum miðlaansari.

Tí uppskoti botnar bara í, at fáa miðlrnar við teimum røttu meiningunum, at virka í miðlalandslagnum uttan annars sakliga viðgerð, men so er heldur ikki neyðugt við einari Fjølmiðlanevnd, mugu vit eisini staðfesta í hesum hoyringsskrivi..

Við hesum uppskotinum megnar “losjan”, at slóða fyri teimum privatu losju-limunum, og halda øðrum uttanfyri við treytum, sum tey frammanundan vita, at hesir ikki lúka, men er tað onkur, sum kortini skuldi lúka grundleggjandi treytirnar, men, som “losjan” ikki vil hava inn, ja, so kunnu tey til einhvørja tíð bara grundgeva við teimum fordómum, tey longu hava um hesar miðlar, sum sjálvandi ikki eru sjalprógvaðir, tá tey hava sett seg á deffinitiónsrættin og maktina, og tí virka sum losja í maktmisbrúki, heldur enn við fólkaræðisligum vegleiðingum og upplýsingum.

Losjan hevur v.ø.o., buktina og báðar endarnar í Miðlastuðulsnevndini, sum er rekruterað í fakfelagnum, Føroysk Miðlafólk, sum eisini hava sett seg á Fjølmiðlanevndina, saman við Fróðskaparsetrinum, so tey halda seg eiga einasta sannleikan, og ikki fyri nakað annað enn, at tað eru tey, sum siga tað, og so er hetta bara einasti sannleikin tey hava brúk fyri.

Pástandir, lygnir um lógarbrot verður eftir hesum prinsippinum bara sannleiki við endurtøkum, og tey halda seg vera á heilt góðari leið, kunnu tey so fáa onnur at endurtaka sínar egnu lygnir og pástandir, uttan at leggja prógv á borðið.

Lat meg vísa á eitt mál, sum ikki er so gamalt, har størsti parturin av Losju-limunum, ið stýra miðlalandslagnum gjøgnum “Public Service” –hugtakið og Kringvarpið, Føroysk Miðlafólk, og Fjølmiðlanevndina, sum umsitur lógina um góðan fjølmiðlasið, og nú eisini, sambært uppskotinum, skal hava myndugleikan í Miðlastuðulsnevndini, sum hevur sett seg á einasta sannleikan, og hvør kann vera góðtikin eftir treytinum, Stór Losjan hevur sett í samband við Miðlastuðulsnevndina. Hetta mál snýr seg um ein landsstýrismann, sum av somu losju-limum er skuldsettur fyri sera álvarsamt lógarbrot. Hendan losjan er so sterk, at hon megnar at manipulera verandi- og fyrrverandi løgtingslimir, at endurtaka, at tað ber ikki til at hava ein landsstýrismann sitandi, sum hevur brotið lógina.

Tað undarliga við hesi gøluni er, at hetta mál er gamalt, og tá Stór-losju limirnir í “góðum fjølmiðlasiði” søkja um alment innlit, og fáa skjølini, er eitt tað fyrsta tey uppliva, at fáa avrit av tveimum greinum úr Oyggjatíðindum, sum avdúkaði málið longu í oktober 1997, og kundi ávísa, at onki var at fara eftir í 2013, men losjulimirnir valdu at tiga hetta burtur, og túraðu við somu skuldsetingum.

Tað var eisini frammi, at Skipafelagið Føroyar, mátti gjalda rokningina fyri at hava útflýggjað vørur til felagið, sum annars helt seg hava tollkreditt. Táverandi fútin helt ikki grundarlag vera fyri at reisa ákæru í móti landsstýrismanninum, og longur komu losjulimirnir ikki, sum nú hava sett seg á føroyska miðlaheimin, sum tey nú stórtsæð vilja avmarkað til bert at galda fyri teirra egnu losju, sum situr á Fjølmiðlanevndini, og nú eisini ætlar sær at hava ræðisrættin á Miðlastuðulsnevndini. Men losju-limirnir blivu við at viðgera hetta mál, sum nú er lagt fyri rættin, men faktum er, at almenningurin hevur enn ikki fingið nakað prógv fyri, at landsstýrismaðurin hevur framt hetta lógarbrot, og tí mátti landsstýrismaðurin eisini stevna, stórt sæð somu fólkum, sum Mentamálaráðið hevur sett at taka avgerðir um, hvat er góður fjølmiðlasiður, og hvør lúkar treytirnar fyri almennum stuðli í hesum uppskotinum, og hvør ikki lúkar hesar treytir.

Hetta prógvar, at hóast “losjulimirnir”, ikki liva upp til “góðan fjølmiðlasið”, og heldur ikki liva upp til treytirnar fyri “kritiskan” journalistik, kortini sleppa at avgera, hvat kritiskur journalistikkur og góður fjølmiðlasiður, er. 

Hetta er brot á § 267 í revsilógini um ærumeiðing, sum tey eru stevnd eftir, men tey kundu eisini verið farin eftir § 268, sum beinleiðis krevur fongsul, men tað gjørdu tann stevnandi ikki, men kortini kann dómur hella tey handan rimar.

Tað er heldur onki nýtt, at hesi hava sæð seg ill inn á Oyggjatíðindi, og helst onnur við, tí tey ikki sjálvi hava dirvi- ella førleika, at framleiða kritiskan journalistikk, og tá tey ikki tora elle evna at gera tað sama, sum aðrir miðlar, so verða hesir dømdir úti. Tann møguleikan hevur stór-losjan við Miðlastuðulsnevndini, Fróðskaparsetrinum, og Mentamálaráðnum í rygginum, og so avgera tey sjálvi hvat kritiskur journalistikkur er fyri nakað.

Stór-losjan fyri góðan fjølmiðlasið, hevur altíð frøtt seg yvir teir dómarnar, sum stoyttir eru omanyvir blaðstjóran á Oyggjatíðindum, og hava ikki rætt eina hjálpandi hond, tá dómar eru feldir yvir blaðstjóran, sum onki annað hevur gjørt enn at endurgeva navngivnar keldur, men er dømdur fyri hvat hesi hava sagt.

Hesir dómar eru kanska persónligir tá teir verða dømdir, men paradoksið er eisini, at hesir dómar verða nú brúktir í móti Stór-losju-limunum, júst tí tey valdu at tiga og góðtaka støðuna, tí tey høvdu brúk fyri at fáa steinin úr sínum egna skógvi, og sleppa av við sína egnu ringu samvitsku.

Nú liggja tey, sum tey sjálvi hava reitt.

Í grein 1, stk 3, í uppskotinum, stendur, at redaktiónsstuðul til útreiðslur, ið standast av einari redaktión, sum í stóran mun framleiðir og ritstjórnar tilfar, sum er lagað til fólkið í Føroyum, ið lýsir føroysk samfelagsviðurskifti, ella útlendsk viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni.

Tað er helt greitt, at Felagið Miðlafólk, hevur sett seg á “deffinitiónsrættin” uppá hvat ein redaktión er fyri ein stødd, og nær sokallað redaktionelt tilfar er viðgjørt, og um hetta lýsir føroysk samfelagsviðurskifti.

Tað er rættiliga undrunarvert at koma við slíkum uppskoti, og siga, at hetta er fyri at styrkja fjølmiðlarnar, sum frammanundan eru so sperdir, at teir søkka longu í umsóknini, sum treytar sær bara at lata redaktiónsstuðul til redaktiónir við minst tveimum ársverkum, sum tó í mesta lagi kunnu fáa 40% av útreiðslunum ári fyri. 

Fleiri av hesum portalum hava bara ein persón, og so óløntar stuðlar, sum kunnu hjálpa til, og verða eisini brúktir at sparra redaktionellar støður við, men, sum tó ikki kunnu sigast at vera partur av starvsfólkahópinum hjá miðlinum ella redaktiónini, men tó uppfyllur støðan eina sokallaða redaktionella viðgerð, sum stór-losjan í móti betri vitan, alla tíðina hevur sagt, ikki kann lata seg gera, sum tó er tað reina nonsens.

Paradoksið er, at flestu portalar eru ikki nóg sterkir fíggjarliga fyri at fáa, ella at søkja um styrk, so miðilin kann styrkjast redaktionelt, sum Mentamálaráðið annars sigur er ætlanin við uppskotinum???!!!!

Og tað er hetta, Losjan við landskasanum í rygginum, nýtir fyri bara at halda losju-vinunum innanfyri.

Orsøkin til, at hetta uppskot hevur havt so langa tíð um at koma fram er, at Stór-losjan mátti finna útav hvussu tað bar til at lata vinirnar inn, og halda teimum óynkstu uttanfyri.

Bara treytin fyri at fáa stuðul er láturlig. Miðilin skal vera kritiskur, men Miðlafólk, sum frammanundan hava sett seg á “deffinitiónsrættin”, nær t.d. tilfar er lagað til fólkið í Føroyum, sum lýsir føroysk samfelagsviðurskifti, ella útlendsk viðurskifti úr einum føroyskum sjónarhorni. Lat meg við fáum dømum fortelja hvørji mál, Oyggjatíðindi, hevur lýst, ið Stór-losju limirnir ikki hava víst áhuga fyri, og tí heldur ikki hava hildið minsta krav um góðan fjølmiðlasið: Global- , og skipagølan, sum kom at hava avgerandi týdning fyri føroyska samfelagið. Oyggjatíðindi avdúkaði, at Skattavaldið meldaði persónar aftanfyri hetta felag fyri at ganga uttanum skattalógina, og blaðið avdúkaði, at eginpeningurin var fiktivur. Ákæruvaldið vildi ikki taka hetta mál í álvara. 

Blaðstjórin bleiv dømdur, men eftirfylgjandi gjørdu Global-fólkini semju við Skattavaldið um, at skattur skuldi betalast av “fiktiva” eginpeninginum”, sum var brúktur til skattligar fyrimunir, sum nú skuldi gjaldast skattur av. Avtalan varð gjørd í rættinum.

Paradoksið her var, at Global-dómurin misti gildi, men rættarskipanin og heimastýrismafian vildi ikki sleppa dóminum, sum fekk loyvi at verða hangandi, og sendi sostatt eisini blaðstjóran lúkst í fongsul, ** tá ákæruvaldið legði Global-dómin undir eina revsisak sak, har annar navngivin persónur hevði ærumeitt ein dómara. 

Her var man týðuliga ikki áhugaður í persóninum, sum alment hevði úttala seg við navn og mynd, men endamáli ð var, at steðga Oyggjatíðindum, og harvið var farið eftir blaðstjóranum, tí tað skuldi ikki bera nøkrum til at leita upp friðskjól og hjálp hjá nøkrum fjølmiðli í Føroyum. 

Bara Oyggjatíðindi var “seymurin í skónum” hjá heimastýrismafiuni; hini hildu sær í skinninum.

Og “hini” er Stór-losjan, sum í dag hevur sett seg á at meta um, “hvat avdúkandi journalistikkur er, og hvar markið gongur fyri góðum fjølmiðlasiði “.

Tað, sum hendi við hesum fongsulsdóminum, gjørdist síðani ein siðvenja. Tað skuldi bera til, at døma ein journalist fyri nakað, onnur høvdu gjørt.

Losjan tagdi. Støðan passaði “Eingla-pressuni” væl, sum hvørki hevði hegni ella dirvi, at lýsa kritiskan journalistik á sama hátt, sum Oyggjatíðindi, sum tey eisini líka síðani hava lýst í bann, men orsøkin er ongin onnur enn manglandi evnini til sjálvi at framleiða kritiskan journalistikk.

Góður fjølmiðlasiður:
Talu-, skrivi- og kunningarfrælsi eru týdningarmiklir grundarsteinar í einum fólkaræði, og fyri at tryggja hetta frælsi krevst, at fjølmiðlar eru óheftir.

Fjølmiðlar eiga at bera tíðindi, upplýsa, kunna, íbirta orðaskifti og at viðgera samfelagslig mál kritiskt. Fjølmiðlar hava tí serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst. 

Fjølmiðlar skulu verja talu-, skrivi- og kunningarfrælsið. Fjølmiðlar eiga tí ikki at lata óviðkomandi áhugamál forða frælsari kunning, frælsari atgongd at heimildum ella forða orðaskifti um samfelagslig mál ella viðurskifti. 

Fjølmiðlar eiga at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella øðrum felagsskapum. 

Fjølmiðlar hava rætt og skyldu at kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og at avdúka ivasom viðurskifti.

Stórt sæð allar meginreglur í innganginum fyri “Góðan fjølmiðlasið”, hava limirnir í Stór-losjuni brotið omanfyri, og eisini niðanfyri:

Eisini kann nevnast, greinarøð um kommunustýrislim í privatum vinnuligum høpi, sum koblaði seg til el-netið hjá kommununi, ið sostatt betalti el-rokningina fyri privata felag hansara. Málið varð eisini lýst av Umboðsmanninum, men Losju-limirnir hildu seg hvørki hava rætt ella skyldu at kunna um, og avdúkaivasomu viðurskiftini..

Støðan var júst tann sama tá ein býráðsarkitektur, var umboðsmaður fyri vindeygum, sum vóru sett í nýggjan stásiligan skúlabygning.

Tá eitt serligt mál varð reist í einum skúla, har stjórin skuldi kanna tveir lærarar. Fyri at steðga kanningini, var heitt á landsstýrismannin, sum politiskt stóð nær tí eina læraranum, var skúlastjórin uppsagdur.

Hetta mátti landskassin betala 3,5 milliónir fyri....

Tað, sum sermerkir hetta mál er ikki bara, at Losju-limirnir tiga, og tey, sum siga nakað, verja lærarnar og støðuna, men at talan er um ein stovn, sum í gjøgnum Kringvarpsstýri, varar av Kringvarpinum.

Tað átti at havt serligan almennan áhuga, at landskassin skuldi betala 3,5 milliónir, fyri at sekkja ein skúlastjóra og steðga kanningini. Støðan átti at havt skerpandi journalistiskan áhuga, at júst hesin parturin ikki slapp at verða skjalprógvaður í rættinum, men tøgnin valdaði, tí Mentamálaráðið ikki ynskti, at hetta kom fram, og losjulimirnir í Kringvarpinum tagdu í hvussu so er, so heldur ikki her hildu tey seg hava rætt ella skyldu at kunna um, ella avdúka ivasom viðurskifti. 

Hetta kom væl við hjá Kringvarps-eftirlitinum!

Lat okkum skrúva tíðina aftur til eitt annað mál, har ein annar viðspælari hjá Mentamálaráðnum og almennu miðlafólkunum, hevði sett alt sítt trúvirði uppá spæl. Talan var um Fróðskaparsetur Føroya.

Lat okkum tó fyrst binda linkirnar saman. Felagið, Føroysk Miðlafólk, manna Fjølmiðlanevndina, sum avgerð hvat góður fjølmiðlasiður er fyri ein stødd, og nú eisini Miðlastuðulsnevndina, saman við Fróðskaparsetrinum, sum skulu avgera hvat kritiskur journalistikkur er, og nær eitt mál er viðgjørt redaktionelt, og nær tað ikki er.

Eitt av oljufeløgunum, betalti Fróðskaparsetri Føroya, at gera eina óhefta kanning. Men trupulleikar stóðust av, at leiðslan á Setrinum vildi hava óheftu granskararnar at venda úrslitinum ein ávísan veg, uttan at nakað vísundaliga stiðaði uppundir avgerðina.

Málið varð avdúkað í Oyggjatíðindum, og fekk heitið MENAS-gølan, og fyrispurningur varð settur fram í løgtinginum.

Í hvussu so er tveir av granskarunum, noktaðu at ganga undir hesar treytir. Revsingin var, at granskararnir fingu ikki løn fyri sítt arbeiði. Annar granskarin fór í rættin, og fekk pengarnar, meðan hin granskarin bara valdi at rýma av landinum, og hevur í dag sera týdningarmikið starv innan gransking á altjóða støði.

Hvørki eftirlitið í Mentamálaráðnum ella ansingar losjan og “Fjórða statsmaktin” í Kringvarpinum, lótu við seg koma, so her ballaðu øll seg inn í ein kavabólt fyri at verja borg.

Men vit mugu minnast til, at Fróðskaparsetur Føroya, skal virka óheft av øllum áhugamálum, men tað sum hendi við Menas-gøluni var grundleggjandi brot á reglarnar um integritet og treytaleyst álit.** Hóast hetta, so eru klagur um Setrið sendar Mentamálaráðnum, sum hevur víst stovninum treytaleyst álit, tó at beinleiðis lógarbrot varð ávíst av amerikanskum næmingi.

Tað, sum ger støðuna hjá Fróðskaparsetri Føroya so álvarsama, er manglandi integriteturin, og at tað hjá einum slíkum stovni ikki má vera minsti ivi um habilitetin, tí Setrið hevur leiklutin at peika limir út til ógvuliga týðandi og sentral størv í samfelagnum. Tað áleggur hesum stovninum at peika út fólk til Kappingarráðið, sum eisini skal vera óheft, og at spurningur ikki eigur at verða settur við, at stovnurin er óheftur. 

Men tá Fróðskaparsetur Føroya hevur hesi líkini í lastini, má tað sigast at vera sera problematiskt, tá stovnurin haraftrat setir umboð í Fjølmiðlanevndina, og nú sambært uppskotinum, eisini í Miðlastuðulsnevndina.

Tað er sera problematiskt tá Mentamálaráðið, sum skal hava eftirlit við Setrinum, góðtekur sera ivasom viðurskiftir, og harvið kemur í eina avhengigheitsstøðu, sum kann vera sera óheppin. Tað sama ger seg galdandi við Stór-losju-limunum í Kringvarpinum, sum hava eins stóra sentraliseraða makt, og Fróðskaparsetur Føroya.

Men hvat sigur meginreglan um “Góðan fjølmiðlasið” :
Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið. 

OG
Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.

OG
Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun. 

OG
Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan uppgávum, sum stríða ímóti teirra samvitsku ella sannføring, ella sum stríða ímóti góðum fjølmiðlasiði. 

OG
Greiður skilnaður eigur at vera millum lýsingartilfar og kunningartilfar annars. 

OG
Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at geva umrøðu aftur fyri lýsingar. Tað, ið kunnað verður um, skal vera úrslit av eini meting av kunningarvirðinum. Tað eigur at verða gjørdur skilnaður millum tíðindi og handilsliga kunning, eisini tá ið tað snýr seg um leinki og aðrar tilvísingar. 

OG
Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at lata stuðlar ávirka virksemið, innihaldið ella útsjóndina á einum fjølmiðli. 

Nú er ætlanin, at júst sama teggjan av stovnum og persónum skal vera umboða í Miðlastuðulsnevndini, sum ikki klára at liva upp til minstu krøvini í lógini um góðan fjølmiðlasið.

Umframt eru fleiri onnur mál reist – t.d. um morð, har tað kann prógvast, at ein dømdur persónur var ikki einsamallur um morðið, men losju-limirnir hava valt, onga viðgerð at geva nøkrum máli.

Vit hava eisini avdúka, at avtala er gjørd millum Kringvarpið og fútan, at Kringvarpið skal sleppa undan at betala ávísar parkeringsbøtur, sum eisini kann dokumenterast...

Tey flestu minnast tá Oyggjatíðindi avdúkar landsstýrismann, sum seinni verður skuldsettur og dømdur í fongsul. Landsstýrismaðurin valdi, saman við øðrum persóni, at rasera redaktiónina og hótta blaðstjóran og familjuna.

Hinir miðlarnir, og almenna pressan, valdu at tiga, líka til sakin endaði í rættinum, tó at hetta kundi sigast at hava stóran almennan áhuga.

Sosialurin valdi at verja landsstýrismannin, tí, tá ið blaðstjórin varð spurdur um, hví blað hansara ikki eisini nevndi álopið á redaktiónini hjá Oyggjatíðindum, var svarið: Oyggjatíðindi kundi bara latið vera við at avdúka landsstýrismannin fyri neyðtøku.

Nú er hetta blað og portalur endiliga á gáttuni til at gerast fullgildigur limur av Stór-losju-samtakinum, men hevur kortini verið limur í Fjølmiðlanevndini, ið skal harta aðrar fjølmiðlar fyri ikki at halda góðan fjølmiðlasið???? !!!!

Hóast Oyggjatíðindi hevur avdúkað, at aðalstjórin í Mentamálaráðnum, er svágraður við stjóran fyri Søvnum Landsins, og harvið inni í einari álvarsamari inhabilitetsstøðu, so hevur Mentamálaráðið kortini tagt, og vinirnir í Kringvarpinum tryggja teimum friðin, tí við hesum uppskotinum er ynski um, at stór-losjan verður einsamøll á miðlavøllinum, sum tey vóna at Miðlastuðulsnevndin tryggjar teimum.

Í løtuni viðgerð Mentamálaráðið eina klagu yvir Kringvarpið í samband við eina starvssetan. Klagarin hevur prógvað sera grovar feilir við hesi starvsetan, og m.a. víst á, at stjórin hevur sjálvur verið limur av setanarbólkinum.

Hetta mál sermerkir seg við, at ikki verður kravt nøkur ávís útbúgving, men kortini eru umsøkjarar, ið ikki hava havt útbúgving, sum journalistar, sáldaðir frá, og tískil ikki heldur eru slopnir til samrøðu, hóast tann, ið fekk starvið, ikki hevur journalistiska útbúgving, sambært klagaranum.

Stýrið, sum er eftirlitið hjá Mentamálaráðnum fyri, at alt fer rætt fram, segði onki, og skal nú á vektina hjá Mentamálaráðnum, sum vanliga altíð bara ger eitt. Nevniliga onki.

Og soleiðis kundu vit blivið við...

Tað er heilt tíðuligt, at stríð er millum hetta uppskot, og so tað, ið er galdandi fyri “Góðan fjølmiðlasið”:

Løgtingslóg um stuðul til privatar fjølmiðlar:
§ 3. Stuðul sbrt. § 1 er treytaður av, at fjølmiðilin í mestan mun sjálvstøðugt ber fram journalistiskt viðgjørt tilfar. Tíðindi, sum í stóran mun bera brá av endurtøkum av eitt nú gerandishendingum ella viðmerkingum til kjak, verða ikki mett sum sjálvstøðugt journalistiskt viðgjørt tilfar.

Men lógin um fjølmiðlar lýsir t.d. eitt alment kjak, sum gott kann vera ritstjórnað:

Reglur fyri almannakunngerð, sambært góðan fjølmiðlasið:
Tá ið ein ritstjórn avger ikki at ritstjórna frammanundan í talgildum orðaskifti (t.d. á kjaksíðum á alnetinum), eigur hetta at vera týðiligt hjá øllum, ið hava atgongd at kjakstaðnum. Ritstjórnin skal skjótast til ber strika tilfar, ið ikki er í samsvari við góðan fjølmiðlasið.

Hervið verður víst á, at ein ritstjórn kann ritstjórna ella lata vera, og tíðskil kann slíkt tilfar verða viðgjørt redaktionelt, og tí er hetta uppskot ikki í samsvar við reglarnar um góðan fjølmiðlasið, men heldur ein hentleikastøða, at halda “vinunum” inni, og “hinum” úti.

Hette merkir eisini, at stórt sæð alt tilfar kann viðgerast redaktionelt. Eisini ein 100 ára føðingardagur, ella ein nýggjur sekkjavognur, sum er so serligur, at hann gott kann vera viðgjørdur redaktionelt.

Leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið: 
Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at geva umrøðu aftur fyri lýsingar. Tað, ið kunnað verður um, skal vera úrslit av eini meting av kunningarvirðinum. Tað eigur at verða gjørdur skilnaður millum tíðindi og handilsliga kunning, eisini tá ið tað snýr seg um leinki og aðrar tilvísingar.

Júst hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá stórt sæð øllum limunum í “Stór-losjuni”, men har hava tey so eisini sett seg á valdi, og kunnu avgera, at tað er skeivt hjá øllum øðrum, at geva umrøðu afturfyri lýsingar.

Undir kap. 3 í uppskotinum um stuðul til privatar miðlar, har pláss er fyri serligum viðmerkingum, stendur m.a.: At avtala við fríyrkisfólk kann koma undir sjálvstøðugt viðgjørt journalistiskt tilfar.

Fleiri privatir miðlar hava verið noyddir til at gera avtalur við onnur “ikki skipaði fríyrkisfólk”, ið hava nógvar royndir, og sum stuðla ókeypis við greinum, og sum tí eiga at telja líka nógv sum onnur “fríyrkisfólk”, men tað verður ikki lagt upp til at vera ein møguleiki í uppskotinum.

--------

Tað, sum undirritaði vil við hesum hoyringsskrivi, er at prógvað, at tað ikki er ætlanin at styrkja privatu fjølmiðlarnar, men at uppskotið bara gongur út uppá, at tillagað krøvini fyri at tryggja, at teir teir ávísu frammanundan útpeikaðu privatu miðlarnar skulu kunna sáldast frá.

Neyvan hevur landsstýrismaðurin sjálvur havt ætlanir um hetta, men so mikið meira átrokandi er tað, at gera upp við hesa sjálvbestaltaðu Stór-losju í “góðum fjølmiðlasiði” og tess vinum.

Tað er eisini serliga undrunarvert, at landsstýrismaðurin, ið leggur hetta uppskot fram, er úr Sambandsflokkinum, sum er stjórnarberandi, og enntá eigur løgmann.

Tað er ikki nøkur loyna, at Stór-losjan í “góðum fjølmiðlasiði”, gjøgnum Kringvarpið, hevur gjørt sjónvarps-sendingarnar um makrelbýti. Tað er ein veruleiki, at løgmaður helt seg ikki fáa rætta viðgerð í sendingini, og tí heldur valdi ikki at luttaka.

Hví ikki, tryggja hesir Stór-losju limirnir ikki, at allar sendingar eru óheftar? Almennu Føroyar hava sett tey, sum almennar miðlaansarar! Ella er revurin settur at ansa gæsnum?

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vildi bara luttaka um hann kundi fáa trygd fyri, at Kringvarpið ikki vildi klippa og klistra í tí hann segði, men hetta lyfti segði Kringvarpið seg ikki kunna geva, og tí luttók landsstýrismaðurin heldur ikki í sendingunum.

Eingin trygd er fyri, at Stór-losju limirnir eru óheftir?! Almennu Føroyar hava jú sett tey, sum almennar miðlaansarar, hvørs eftirlit ikki virkar!

Her er eitt talandi dømi um ta ferðina, Oyggjatíðindi í pdf-útgávuni frá 6. Februar 2015, avdúkað,at Stór-losjulimirnir, sum nú hava sett seg á journalistiska moralin og etikkin, lata vera við at lýsa sannleikan:

Við tárum í eygunum, og einari annars bragdligari rødd, greiddi Jógvan Jespersen frá, hvussu manningarnar høvdu offrað seg fyri at fáa skipið at svara hvørjum sítt. Ófatiligt, sum hesir menn høvdu lagt kreftir í, og nú felag og manning hava fingið tað at bera til, vilja onnur bara snúlta seg til part av vinninginum.

Vit skulu ikki siga, at stjórin í Nótaskipum leyg, men hann lat bara vera við at fortelja almenninginum sannleikan, at tá Varðin kom í tungan sjógv við Trónda í Gøtu, og kreditorarnir bankaðu uppá, var stórur panikkur í felag og manning.

Orsøkin var, at landskassin hevði fyrsta veðrætt í skipinum, og víkti landskassin ikki hendan veðrættin, vildi bankin ikki fíggja Trónd í Gøtu í gjøgnum aldudalin, og so sakk skipið, og Varðin vildi ikki komið fyri seg aftur.

Hesin veruleiki um almenna veðhaldið bleiv hvørki lýstur í Rás2 ella í Kringvarpinum, sum áttu at vita betur, høvdu tey gjørt sítt heimaarbeiði , og tað er onki, sum bendir á, at hesir miðlar ikki vistu hvussu hetta mál annars hekk saman, og varð almenni veðrætturin ikki fluttur, so høvdu “gøtumenn” onga framtíð.

Tíðuligt er, at hetta uppskot vísir, at revurin er settur at ansa gæsnum?!

Hesin týðandi parturin av “Stór-losjuni fyri góðum fjølmiðlasiði”, klárar ikki at gera eina objektiva sending, sum lýsir øll sjónarmið, og tí er tað eisini greitt, at grundleggjandi broytingar mugu gerast, ikki bara í hesum uppskotinum, men eisini í Fjølmiðlanevndini.

Vit skulu ikki gloyma, at Sambandsflokkurin og aðrir flokkar, í nógv ár hava funnist at almenna miðlapolitikkinum, og serliga hevur kritikkurin verið um, at allir partar eru ikki javnbjóðis stillaðir í tíðindaviðgerðini hjá Kringvarpinum, sum bevíst ger mun við at skapa sín egna veruleika, heldur enn at endurgeva tann rætta veruleikan.

Tað er tí umráðandi fyri hesi “Frelstu”, at halda teimum burtur, sum hava evnini og viljan, at rætta uppá sjónligu skeivleikarnar, sum Losjan í “góðum fjølmiðlasiði”, hevur hildið øllum samfelagnum í, júst fyri at rætti sannleikin ikki skal koma fram. 

Hetta uppskot prógvar bara, at “Stór-losjan” og teirra geykaungar, vilja forða frælsisfuglunum, at breiða veingirnar út, so sleppast kann undan fleiri avdúkingum, og tí skulu hesir ikki hava ávirkan í samfelagnum.

Geyka-herurin er, sum tað sæst í uppskotinum, óførur, at mynda sín egna sannleika, sum “Smyril í Mjørka”, fjala útyvir, sminka og putra, fyri at fjala veruliga sannleikan, sum lýst omanfyri.

Stór-Losju-limirnir vilja geva fatan av, at kritiskur journalistikkur er ein serlig vísund. Tað er tað ikki. Oftast krevur tað bara, at hava dirvi at lýsa eitt mál, sum heilt banalt kann vera, at almannakunngera eitt skjal, sum t.d. avdúkar korruptión, sum “geykaungarnir” bevíst lata fara aftur við borinum, sum jú er eitt av endamálunum at tveita frælsisfuglarnar út, tí teirra fremsta uppgáva er at skapa sín egna sannleika. Í 30 ár hevur Oyggjatíðindi verið forfylgt. Nú vil Losjan hava alment stempul at halda fram.

Hetta hevur tó bara ført til stóra ónøgd og ójavna í samfelagnum, sum hevur ført til grov brot á mannarættindini, og hevur tryggja, at ójavni, nepotisma og onnur lógarbrot, ikki skulu nevnast ella viðgerast í føroyska samfelagnum. Hetta hevur eisini tryggjað, at pressufrælsi verður skert fyri summi, meðan bara tey við teimum “røttu” meiningunum sleppa framat almenna meinings-pallinum.

Tá ið vit vita hvør hevur staðið fyri ráðgevingini fyri uppskotinum, kann ikki undra, at blaðið og portalur lúka ikki treytirnar fyri yvirhøvur at søkja um styrk, og tað stendur jú eisini í stórari andsøgn til endamálið við uppskotinum, sum landsstýrismaðurin sigur, er at styrkja um miðlalandslagið.

Støðan er sum skorin úr BBC sendingini “Yes Minister”.

Hetta uppskot tryggjar bara ein sokallaðan Pravda-censurur í føroyskari húgvu, og setir samfelagið 100 ár aftur í tíðina. Paradoksið er, at hetta uppskot ballar miðlalandslagið inn í uppaftur størri korruptión, sum sama “Losja” annars skuldsetir, at vinnan er so befongd við.

Tí er mítt tilmæli, ikki at gjøgnumføra hesa lógarbroytingina, og annars at avtaka Fjølmiðlanevndina, og seta alt upp av nýggjum, um komast skal víðari við einum reinum og ódálkaðum miðlaumhvørvi, sum tryggjar gjøgnumskygni og objektivitet.

Oyggjatíðindi

Dan Klein, journalistur