Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nei, Helena Dam á Neystabø, einki hevur tú slóðað fyri nøkrum eftirskúla, tú hevur bara lagt forðingar

1. apríl 2009 vóru allir borgarstjórarnir í Suðuroy, saman við eftirskúlanevndini, á fundi í mentamálaráðnum og kunnaðu landsstýriskvinnuna um, at kommunurnar í Suðuroy høvdu sett 2 mio. av til eftirskúlaverkætlanina, sum eisini var treytin hjá løgtinginum, tá ið eftirskúlin kom á fíggjarlógina við somu upphædd.

29. mai sama ár eru kommunurnar í oynni aftur á fundi við Helenu, har hon ger púra greitt, at nýggjur eftirskúli ikki verður bygdur, og heitir hon í staðin á kommunurnar um at nýta ein av verandi bygningum, og byggja nýtt næmingaheim. Sera undrunarsamt, tí hetta er bert 2 mánaðir eftir at ogur her suðuri hava lokið treytirnar hjá løgtinginum.

2. juli í 2009 eru borgarstjórarnir í Suðuroynni á fundi í Hvalba og viðgera nýggja útspælið hjá Helenu. Borgarstjórarnir harmast um avgerðina, sum hon hevur tikið, men fyri ikki at missa á stokkinum, semjast borgarstjórarnir um, at kommunurnar, hvør í sínum lagi, finna út av, um tær hava hóskandi bygningar at selja til endamálið. Borgarstjórarnir semjast eisini um, at eftirskúlanevndin tekur endaligu avgerðina um staðseting.

Eftir fundin í Hvalba boðaðu nakrar kommunur frá, at tær ikki høvdu høli til endamálið, meðan aðar søgdu seg hava eventuallar møguleikar. 20. august í 2009 samtykkir Tvøroyrar býráð at selja skúlan í Trongisvági til eftirskúlavirksemi

15. september 2009 er Tvøroyar býráð á fundi við mentanarnevnd Føroya løgtings um eftirskúlan, men hvørki suðuroyingar, Tvøroyrar kommuna ella eftirskúlanevnd hava hoyrt orð ella ei til Helenu síðan tá.

So skýr ikki partamannin sum lygnara og eg ætli ikki at fara út í meira blaðkjak um eftirskúlan, men verði eg valdur vil eg fremja løgtingsins vilja um at byggja eftirskúla í Suðuroy.

Virðingarmest og við javnaðarkvøðu

Partamaðurin

Kristin Michelsen