Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú byrjar fimleikurin aftur, fyri tey, sum eru ella hava verið í viðgerð fyri krabbamein og familjur teirra. Byrja verður mánadagin 5. september 2016.

Vit venja mánadagar kl. 18.00 - 19.00 í fimleikarahøllini á Sankta Frans skúla.

Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión. Fimleikurin er fyri tey, ið eru í viðgerð fyri krabbamein, ella hava verið í viðgerð og fyri teirra avvarðandi.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður holdið skipa soleiðis, at øll familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Tiltakið er ókeypis
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini. Tað er Beinta Malena Sørensen, fysioterapeutur, og Annika Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur frá Ljósinum, sum leiða liðið.

Tilmelding og nærri kunning, fæst við at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo , ella til Fimleikafelagið Ljósið, Beintu Sørensen, telefon 263425 og Anniku Lindinskov, telefon 282331.