Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Byrjað verður hósdagin 31. aug, og hildið verður fram einaferð um vikuna, íalt 10 ferðir. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur

Nýtt skeið í listterapi fyri teg, sum hevur ella hevur havt krabbamein.

Kundi tú hugsað tær at verið partur av lítlum bólki, har tú:
 
-undir tagnaðarskyldu fært sett orð á tína støðu við fólk, sum skilja teg og kenna seg aftur í tí, tú hevur uppá hjartað?

-ikki hevur fyri neyðini at taka atlit til tey, tú vanliga heldur teg skula verja fyri tínum innastu tankum og kenslum? 

-umframt prátið fært møguleikan at úttrykkja teg við t.d. tekning, máling ella skriving, og har tað er ein fyrimunur ikki at vera von/vanur við at úttrykkja teg kreativt?

-ígjøgnum felagsprátið, kreativitetin, hugnan og nakað av undirvísing kanst fáa tað lættari í mun til tínar avbjóðingar?
 
Skeiðið hevur verið væl umtókt, her er ein afturmelding frá fyrrverandi luttakara:
 
Mín uppliving hjá Fíu Lamhauge
 
"Eg var øgiliga ivasamur, tá eg las um tiltakið hjá Krabbameinsfelagnum. Bjóðað varð fólki, sum antin høvdu havt ella høvdu krabbamein, at koma á skeið í listterapi at arbeiða við sær sjálvum – 10 ferðir, einaferð um vikuna. 
 
Eg meldaði meg til skeiðið og bleiv uppringdur av Fíu og spurdur, hvussu eg hevði tað við at vera einasti maður í bólkinum. Hetta var í lagi við mær.
 
"Sjálvt skeiðið hevur verið stór uppliving fyri meg. Eg havi arbeitt við mær sjálvum og deilt upplivingar við hinar luttakararnar. Eg havi arbeitt kreativt uppá ymiskar mátar og sett orð á mínar kenslur. Eg havi arbeitt við positivum og negativum tingum í míni sjúkutíð, og ikki minst havi eg kunnað verið tann, eg eri."
 
Fía er eitt fantastiskt menniskja, sum opnar sítt heim og gevur burturav síni vitan; er positiv og altíð glað, sjálvt um onkur kanska ikki hevur sín besta dag.
 
Til seinast – og ikki minst – vil eg takka Krabbameinsfelagnum fyri eitt fantastiskt tilboð, har eg havi havt møguleikan at luttaka. Eg vóni, at hesi skeið fara at halda fram.
 
Stóra takk til Fíu fyri tann mátan, hon er uppá. Eg hopi, onnur fáa gleði av hennara vitan."
 
Claus A. Rasmussen
 
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.