Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poddvarp um íblásturin, ið føroysk listafólk fáa úr havinum

Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í eini nýggjari poddvarpsrøð ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri, ber til at hoyra hesi listafólk; Randi Samsonsen, Trónd Patursson og Jónu Rasmussen.

Fyrsti partur í nýggju røðini er um listaverkið ‘’Plastic Dialogue’’ eftir listakvinnuna Randi Samsonsen.
Tá hon var stødd í Norðurnoregi, gjørdist hon bilsin av øllum ruskinum og plastinum, sum skolaði inn
á land. Við at savna inn millum annað plasthandskar vísir Randi Samsonsen okkum á menniskjans
nýtslumentan: Vit hava evnað plasttilfar, sum tekur ótrúliga nógv ár hjá náttúruni at niðurbróta.

Fyrsti partur er ókeypis at hoyra á tínari poddvarpapp:

● Spotify: I dialog med plastik: Randi Samsonsen - Havets Kunstnere | Podcast on Spotify
● Apple: https://podcasts.apple.com/dk/podcast/havets-kunstnere/id1543697744?l=da
● Og á heimasíðuni hjá Listasavninum: https://art.fo/197

Tveir teir næstu partarnir koma út í næstu vikum. Har fert tú at kunna hoyra um ævintýraferðina hjá
Tróndi Patursson á einum bambusflaka, ið gav íblástur til glasinstallatiónina ”Bládýpið”, og um hvussu
Jóna Rasmussen hevur fingið íblástur frá arbeiðinum hjá manni sínum, ið er sjómaður.

Hetta er fyrstu ferð, at Listasavnið útgevur eitt poddvarp. Poddvarpið er gjørt sum eitt ískoyti til
serframsýningina ”Havið”, ið kann upplivast til 5. apríl 2021. Mann kann lurta eftir poddvarpinum
áðrenn ella aftaná vitjanina, men til ber eisini at lurta óheft av eini vitjan.

Hoppa við umborð og lurta eftir fantastiskum frásøgum frá føroyskum listafólki.

Journalistur og lagt til rættis: Rikke Mia Skovdal frá Listasavni Føroya

Húsi: Kirstin Helgadóttir

Stuðul: Dansk-Færøsk Kulturfond (poddvarpið er á donskum)

Rikke Mia Skovdal, rikke@art.fo,