Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá kapitalistar brúka Job sum legitimering fyri teirra ríkidømi, tá er sera umráðandi at halda høvdið kalt

Ein av okkara sokallaðu religiøsu ríkmonnunum innan brøðrasamkomuna, svaraði einaferð, tá hann varð spurdur um, hvussu tað bar til, at hann - og aðrir religiøsir av sama slag sum hann - ofta gjørdust so væl fyri peningaliga, at orsøkin var tann, at teir bygdu teirra lív á søguna um Job, sum varð løntur fleirfalt aftur fyri sítt trúfesti móti Guði.

Um hetta var eftirfarandi, so kundi søgan endað her. Men hinvegin - um vit vilja halda okkum til sannleikan, so er neyðugt at hoyra meira av og um upprunasøguna um Job, áðrenn mett verður um ríkmansins útsøgn hevur hald í veruleikanum, og um hann yvirhøvur hevur nakað sum helst at hava sína útsøgn í.

Bæði viðv. rithøvunda og tíðarskeiði fyri nær søgan um Job er skrivað er stór óvissa. Rithøvundurin er fullkomuliga ókendur, og tíðarfestingin fyri, nær søgan er skrivað strekkir seg yvir eitt so langt tíðarskeið sum millum 800 og 250 f. Kr.

Nógv týðir upp á, at líðingarproblemið, sum verður viðgjørt í Jobs bók, ikki er óávirkað av Jeramias, og kann bókin tí tíðarfestast til nevnda profets lív ella eisini til stutt eftir. Harafturímóti er søgugongdin opinbart løgd til patriarktíðina og landafrøðiliga til eystanlondini tvs. eystan ella í ein landssynning úr Deyða Havinum. Tað hevur óivað eksisterað ein gomul søga ella søgn om Job (Ezekiel umtalar hann 14,14), som rithøvundurin av Jobs bók hevur funnið, og sum hann síðani hevur útformað á ein heilt persónligan hátt.

Jobs grundproblem er: Eg eri ein rættvísur maður (og út frá tí gamla ísralitisku uppfatanini hevur Job rætt í sínum sjónarmiði) og hóast tað slær Guð meg við ólukku, altso er Guð órættvísur. Og Job krevur sín rætt aftur.

Vinirnir ganga út frá somu grundsjónarmiðum som Job, men teir nokta fyri nøkrum møguleika fyri konflikt. Tær ólukkur, ið hava rakt Job, eru nettup prógv fyri, at han má hava handlað órættvíst. Tað er Jobs stórlæti og mót, ið ger, at hann ikki vil boyggja seg fyri hesu dogmatisku broyting av veruleikanum. Hann gongur út frá sínum egna rættvísi og slær tí fast, at Guð er órættvísur; teir ganga út frá at Guðs rættvísi liggur føst og sláa tí fast, at Job er órættvísur.

Støðutakanin hjá vinunum manglar innara konsekvens. Tí samstundis sum teir sláa fast, at Guð er hevjaður yvir menniskjaligt rættvísi, hevda teir, at Guð altíð vil viðurkenna og løna hana aftur við eydnu. Tí verða teir av røttum avvístir av Job og í eftirskriftini eisini av Guði. Yvirfyri Guðs veruleika og veldi má menniskja sleppa øllum krøvum.

Líðingarproblemið verður ikki loyst í Jobs bók, men har tónar eitt ómetliga stórt tema út úr bókini: Yvirfyri Guði hevur menniskja altíð órætt. (Søren Kierkegaard).

Antin tann rættvísi fær vælsignilsi, ella hann ikki fær hana, skal hann boyggja seg fyri Guði, sum gevur alt, og hann skal vita, at menniskja, sum móttekur alt, onki krav hevur upp á sín gevara. Guðs rættvísi gongur ikki ímóti tí menniskjansliga, men gongur útyvir/ella longur enn tað. Sjálvt um tann rættvísi verður raktur, so má hann álíkavæl trúgva upp á, at rættvísi er lívsins hægsta lóg, hvílandi fast í Guðs hondum. "Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verði lovað". Hesu orð, sum Job íflg. prologinum móttók boðini við um ólukkur sínar, kunnu standa sum motto yvir Jobs bók.

Soleiðis er Jobs bók av stórum týdningi fyri at skilja rætta samanhangin millum rættvísi, lukku ella ólukku. Jesus vísir eisini á í Johs. 9,2, at tað ikki er so, at tað gongst tí góða gott, og tí ónda illa, og at - sum eisini varð hildið á Jesu tíð - at líðingar var straffur fyri ført lív. Tí skrivað stendur: Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: "Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at han skuldi føðast blindur?" Jesus svaraði: "Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mugu verða opinberaðir á honum. Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá eingin kann arbeiða.

Tær elstu kendu søgurnar um Job enda við, at Job tosar við Guð og skilir samanhangin ímillum menniskja og Guð.** Ein søga í heimsklassa, ið soleiðis á bæði dramatiskan, filisofiskan, religiøsan og kristeligan hátt spælir upp til okkum menniskju um lív og lagnur, um trúgv , vantrúgv og um ein altvaldandi Guð.

Men nøkur hava ikki tolt søguna, sum hon var, og onkur hevur tí skrivað víðari upp á upprunatekstin, soleiðis at Job fekk fleirfalda tað aftur, ið hann hevði mist. Sostatt er kjarnuvirðið og líðingarproblematikkurin koyrdur av sporinum.

Tí spurningurin um, hví tað gongst óndum og órættvísum væl, meðan rættvís fáa mangar og harðar plágur omanyvir seg og síni, er enn sera trupul hjá okkum at fata. Vit kunnu bert vóna og biðja til, at alt er í Guðs sterku og varðveitandi hondum, tí so kann tað ikki vera betri ella øðrvísi. Og halda vit okkum til dubulta kærleiksboðið, so finnast altíð loysnir, ið kunnu gera tað liviligt fyri øll, og tað er møguliga hin djúpari meiningin. At vísa til Job í materiellum spurningum, mann vera sum í søguni um: Goddag mand - økseskaft. Kanska taka teir feil av Job og Jørgin, men tað er so ein onnur søga, sum hevði hóskað nakað væl betri í hesum sambandinum, har hin tiltikna og ofta misskilta mattheuseffektin: tí tann, sum hevur, honum skal verða givið, so hann hevur í yvirflóð, meðan tann, ið einki hevur, frá honum skal sjálvt tað lítla, sum hann hevur verða tikið (radikalur fólkaflokspolitikkur í praksis).

Annars merkir útsøgnin, at tann, sum fatar kjarnuna í tí kristna boðskapinum, honum skal verð givin innlit og fatan í yvirflóð, meðan honum, ið lítið skil hevur fyri kristna boðskapinum, skal missa tað lítla hann hevur, og harvið gerast kærleiksleysur bókstav- og varraboðberi á sera grunnum vatni, har Kristi kærleiki ofta verður umsettur til hatur, fordøming og forfylging og við Helviti sum endabresturin.

Vert er kanska at leggja aftrat, at flestu søgur um fjalda megi, ið skaffar monnum ríkidømi, handla um intimt avtalusamstarv við Fanan. Ikki við Guð. Tað munnu mong vita alt um.

Og uttan at fara í smálutir, átti ríkmaðurin kanska at kent til og vita um t.d.:

Hvat gagnar tað manni, um hann vann allan Heimin, men mátti bøtt við sál síni.

Um bóndan, ið helt, at tað gekst honum so væl, at hann mátti byggja nýggjar løður.

Um hvar teir sonnu dýrgripirnir eru at finna.

Um hvat sagt verður um Mammondyrkan.

Og um, at tað er truplari hjá einum ríkum at koma í Himmiríki, enn hjá einum kameli at koma ígjøgnum eitt nálareyga.

Og uttan iva kendi hann omanfyrinevndu søgur, men vildi bert legitimera ríkidømi, sum ofta, men ikki altíð - er bygt á meiri ivasamar dispositiónir og ofta førir til deyðssyndina grátigheit. - Við unga mannin varð sagt: Sel ognir tínar og fylg mær - men ungi maðurin fór syrgin avstað. Ein søga, ið rørir hjartað. Og hvat so, jú:

Sjónleikurin koyrir í døgndrift. Fólkið klappar. Íspeglarnir hava lív og góðar dagar. Tey múgvandi klappa sær á búkin í vælveru, meðan tey fátøku klappa sær á búkin fyri at halda árininum av svongd burturi.

Árið er 2012 í einum sokallaðum kristnum landi. Onkur verjir seg við Job, onnur halda seg til Guð og vóna og biðja til, at sjónleikurin má fáa ein enda og verða avloystur av dubulta kærleiksboðnum. Vit hava loyvi at vóna, at so verður, sjálvt um vit ikki hava so nógv at hava hesa vónina í.

Men uttan vón, so steðgar alt upp, og tað skuldi tað helst ikki. Tí kanska fer kærleikin at vísa seg og lýsa upp har nú er myrkur, so øll tey forfjónaðu, kúgaðu, syrgnu og svongu fáa neyðugan styrk til at liva lívið í gleði og takksemi til Hansara og Hansara børn, ið fylgdu kærleiksboðunum.

Guð gævi at so varð.

Dagfinnur Danbjørg