Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað politiska og religiøsa høgra vinda samfelagið um aftasta fingur og mjólka tí, akkurát sum teimum lystir

Í dag hava vit hoyrt um framferðina innan fyri fiskivinnuna, har reiðarar spæla fandango og tvinga samfelagið at dansa eftir teirra pípum. Øll vita, at hetta er eitt væltilrættalagt komplot millum teir høgravendu reiðararnar og tað líkaleiðis høgravenda fiskimálaráðið.

Men nú, tá fleir og fleiri síggja tann óregulmenterað dansin um gullkálvin, verða hini - ið ikki eru við í høgradubultkórinum sissaði við, at einaferð í framtíðini er ætlanin at gera nakað við tað.

Tað er fullkomuliga ófatiligt og óskiljandi, um miðjan og vinstra ikki seta hesum høgrasinnaðu stólin fyri durin bókstaviliga og beint nú. Tí tos, talur, uppskot og skriv hava í mong ár verið til fánýtis. Tey stýra eina kapitalistiska kós, hvar tey sjálvi taka tað, tey sjálvi halda seg hava brúk fyri og síðani nakað væl aftrat uttan at taka fyrivarni fyri nøkrum øðrum enn líkasinnaðum í anda og politikki.

Tað sær út sum um, at antin mugu vanlig miðj- og vinstrafólk finna seg í, at verða viðfarin sum rukkur, ella mugu tey eisini gera sum Pætur, tá hann fekk ein brest undir vangan, meðan hann, ið sló , flenti og segði, og nú skalt tú gera, sum Meistarin hevur lært teg, nú skalt tú venda hin kjálkan til. Hetta gjørdi Pætur og fekk hart slag á hin vangan. Men so snúi hann sær á og segði, men so stendur heldur ikki meira, og so langaði hann til við knýttum neva, so álopsmaður small í gólvið.

Hjá mið- og vinstrafólki eru lúsingarnir fyri langtsíðani falnir, og bikarið er fult, og hjá mongum flýtur yvir. Nú er at siga, sum Pætur segði á sinni: og so stendur ikki meira. Nú er at svara aftur soleiðis, at tað gevur ekkó um dalar og fjøll. Hertil og so ikki longur. Milliónigar við milliónaskattalættum ríkaðir upp á ivasaman hátt av fólksins ognum fara til hvíldar í sama landi, har einligar mammur og børn fara svong til hvíldar. Hetta eigur at verða steðgað í stundini.

Dagfinnur Danbjørg.

E.s. Eg havi áður víst til ein vælkenda føroyskan stjóra, sum í minsta lagi fær 3,5 mill. kr. um árið, og sum nú eisini fær høgraradikala flatskattahjálp áljóðandi uml. kr. 100.000,- um árið, soleiðis at hann fær møguleika fyri at hóra seg ígjøgnum tilveruna.** Hann er bert ein av mongum. Tí viðleggi eg niðanfyristandandi kopi, so vanliga fólkið kann fáa eina lítla hóming av, hvussu støðan er hjá okkum, og kunnu skilja, at hjá okkum er onki at bíða eftir. Nú má farast til verka. So tendur ikki meira, segði Pætur.

10. august 2012, 05:00

Direktør for Danmarks Nationalbank Nils Bernstein får markant mere i løn end de fleste andre centralbankchefer i den vestlige verden. Hans årsløn på 3,072 millioner kroner i 2011, hvorfra de seneste tal stammer, slår selv hvad Ben Bernanke i USA modtager. Han står ellers i spidsen for verdens største og mest magtfulde centralbank.