Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí skalt tú hava ein urtagarð – fyrilestur á Kl. Bókasavni

Hóskvøldið 29. mars 2012 fer anleggsgartnarin Heðin Askham at halda ein fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni um urtagarðsrøkt og koma við góðum ráðum í tí sambandi. Anleggsgartnarin Heðin Askham fer hetta kvøldið at tosa eitt sindur um tað at hava ein urtagarð.

Í fyrilestrinum fer hann eitt nú at tosa um, hvørjir fyrimunir eru við at hava urtagarð, og hvat skal til fyri at hava ein urtagarð. Eisini kemur hann inn á, hvat tilfar skal í urtagarðin, og røktina av honum.

Eftir fyrilesturin bjóðar bókasavnið kaffi og køkur, og høvi verður at seta spurningar.

Leggjast kann aftrat, at Klaksvíkar Bókasavn eigur nógvar bøkur um urtagarðsrøkt, og hesar vera somuleiðis at síggja hetta hóskvøldið.