Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VÆL EYDNAÐ EVANGELISKT TILTAK Í SKOTSKU OYNNI MULL Í INNARU HEBRIDUNUM - hvørt hús í oynni vitjað

15 - 29 apríl skipaði felagskapurin Atlantic Mission fyri evangeliskum tiltaki á oynni Mull, ið er við Skotsku strondina, nakað norðanvert Glasgow. Eisini er grein um MAROKKO, TRANS WORLD RADIO OG EVANGELISKA RØDDIN, sum fruktagott samstarv

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Tíðindasklriv: 01.05.2019

23 fólk vóru við á ferðini, teirra millum umleið helmingurin ung fólk, sum saman við hinum luttakarunum – og í fagrasta summarveðri, gingu i øll húsini við innbjóðingum og smáritum, og náddu sostatt allarflestu av teim 3.000 íbúgvunum í oynni – Svenning av Lofti sigur í tíðindaskrivi, at henda ferð teirra eydnaðist sera væl.

Nakrir útifundir vóru í ymiskum bygdum, umframt møtir í ymiskum samkomuhølum.

Meðan flestu av luttakarunum ferðaðust flogvegis, so var skipið Juvél 2 eisini ein partur av hesum tiltaki, og 7 fólk sigldu skipið niður til Mull. Umborð vóru serstakar løtur fyri menn og eisini løtur fyri børn, umframt at fólk kundu koma umborð at síggja skipið og fáa ein drekkamunn.

Um kvøldarnar vóru eisini serstakar hugnaløtur umborð, har felagssangurin saman við ljóðførunum ljómaði til Guds og Frelsarans æru.

Umframt oynna Mull vóru eisini tveir býir, OBAN og FORTH WILLIAM inni á Skotska meginlandinum vitjaðir, áðrenn farið var til Stornoway í Uttaru Hebridunum at hava møti eitt kvøld áðrenn heimferðina.

Fólk úr ymisku samkomunum søgdu frá  hvussu uppbyggjandi og gagnlig henda vitjanin hevði verið fyri tey.

Andalig sambond vóru knýtt millum luttakararnar og fólkið og tey sum vitjað vóru.

------------

MAROKKO, TRANS WORLD RADIO OG EVANGELISKA RØDDIN - fruktagott samstarv

Kristiliga tíðindasendingin vitjaði í Gibraltar eftir páskir, tí ynski var at síggja yvir Gibraltarsundið og yvir á  Norðurafrikanska landið Marokko, har havnabýurin Tanger liggur. Tað var nevniliga frá hesum býi, ið TRANS WORLD RADIO (TWR) hevði sína allarfyrstu radiosending.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: pjd, Monda, Spain 24.04.2019

Tað var við serligum kenslum at standa ovarliga á Gibraltar-klettinum (The Gibraltar Rock) og síggja  Marokko hinumegin Gibraltarstræti  og umráðið har býurin Tanger liggur.

Paul Freed, sum ikki longur er millum okkara, grundleggjarin av Trans World Radio (TWR), hevði fingið lagt á hjarta í 1952 at náa spanska fólki við evangeliinum, sum undir diktatorinum General Franko ikki hevði trúarfrælsið, tí undir hansara einaveldi var ikki loyvið at boða evangeliið í Spania.

PRIMITIVUR TRANSMITTARI: Paul Freed hevði fingið hendur á einum primitivum transmittara (radiosendara) hjá herinum, sum hann fekk rigga til, og Longu í 1954 kundi Paul Freed, frá havnabýnum Tanger í Marokko, boðað evangeliið við primitiva radiosendara sínum yvir um Gibraltarsundið og inn til tað Spanska meginlandi soleiðis, at spanska fólkið á fyrsta sinni kundi hoyra evangeliið í radiotólunum í egnum stovum.

Trylvandi byrjanin í Tanger varð byrjanin til TRANS WORLD RADIO (TWR), sum í dag er heimsins størsti kristiligi loftmiðil. Longu tvey ár seinni í 1956 hevði arbeiðið ment seg so mikið, at tá sendi støðin kristiligt kringvarp inn í 40 lond á 20 tungumálum.

HITLER & MONTE CARLO: Í 1959 tjóðartók Marokkanska stýrið allar kringvarpsstøðir í landinum, og harvið varð virksemið hjá Trans World Radio í Tanger í Marokko liðugt. Men, sum Paul Freed sjálvur sigur tað: “Guds visión var nógv størri enn Marokko!” Hetta steðgaði ikki Paul Freed, tí longu í 1960 fekk Trans World Radio fótin fastan í Monte Carlo í Monaco, inni á tí Europeiska meginlandinum. 

Hetta týdningarmikla skifti hendi í einum bygningi, sum upprunaliga var bygdur av Hitleri til at kringvarpa nazistiska boðskapin um allan hemin, men sum aldri varð brúktur av Hitleri, men sum ístaðin kom at hýsa altjóða kringvarpsstøðini Trans World Radio við einum heilt øðrum endamáli.

Frá fyrrverandi nazistøðini í Monte Carlo í Monaco kom Trans World Radio at náa enn fleiri lond við evangelisku radiosendingum sínum. Við sínum 100.000 watt sendara í Monte Carlo megnaði Trans World Radio í 1960 og fylgjandi árini at senda evangeliska boðskapin út til alt Europa, Miðeystur og Norðurafrika. Í dag, meira enn 65 ár eftir stovnan, er Trans World Radio (TWR) størsti kristiligi loftmiðil við einum førleika at boða evangeliið á 230 tungumálum til ein lurtaraskara í 190 londum.

TRANS WORLD RADIO OG FØROYAR: Tíðliga í søguni hjá Trans World Radio kemur Føroyar inn í myndina. Longu 6 ár eftir, at Trans World Radio var flutt til Monte Carlo í Monaco, varð samstarv tikið upp við Trans World Radio frá føroyskari síðu. Samstarvsavtala varð gjørd millum Trans world Radio og eina føroyska nevnd, og avtalan varð undirskrivað í august 1966, og harvið sá fyrsta føroyska kristiliga radio dagsins ljós og fekk navnið EVANGELISKA RØDDIN (EVR).

FYRSTA NEVNDIN: Í fyrstu nevndini sótu hesir: Billy Olsen, Brynleif Hansen, Zacharias Zachariassen, Osvald Kjærbo, Jens Guttesen, sum ikki eru meira millum okkara. Svenning av Lofti, Óli Vang og Jógvan Hammer vóru eisini í fyrstu nevndini. Jógvan Hammer situr enn í nevndini og er framvegis sera virksamur í arbeiðinum hjá EVR.  

Fyrsta radiosendingin hjá Evangelisku Røddini var at hoyra týskvøldið 29. november 1966, og var tað trúboðin og bíbliulærarin Andrew Sloan, sáli, sum talaði hesa fyrstu taluna. Hetta kvøldið fyri 53 árum síðani, kundu føroyskir sjómenn og føroyskir útisetar um allan heim, hoyra Guds orð á móðurmálinum, og soleiðis bleiv tað hvørt týskvøld hvørja viku tey næstu fimm tíggjuáraskeiðini.

Tann tøkniliga síðan, tey fyrstu árini hjá Evangelisku Røddini, var primitiv samanborið við tøknina í dag. Talan varð fyrst tikin upp í studio í Ebenezer, og síðani varð spolabandið sent við posti til Trans World Radio í Monte Carlo, sum síðani varð sent har frá og út til føroyingar um allan heim. Í dag fer slíkt arbeiði fram á netinum.

Hetta varð byrjanin til eitt langt og fruktagott miðlasamstarv millum Evangelisku Røddina í Føroyum og Trans World Radio í Monte Carlo, í hvørs kjalarvørri eitt stórt tal av evangeliskum kringvarpssendingum liggja.

Í november 2016 kundi Evangeliska Røddin feira 50 ára dagin, tá fyrsta sendingin fór í luftina. Evangeliska Røddin (EVR) er framvegis virksom við nýmótans upptøkuhølum í  Ebenezer, og sendivirksemi er í dag munandi meiri umfatandi, tá samanborið verður við fyrstu sendingarnar fyri 53 árum síðani.