Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vallistarnir til vegleiðandi fólka-atkvøðuna um kommunusaman-leggingar verða sendir til kommunurnar í dag

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur ásett at vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanleggingar verður hósdagin tann 3. mai. Vallistarnir til fólkaatkvøðuna verða sendir til kommunurnar í dag.

Umhvørvisstovan umsitur Landsfólkayvirlitið og ger tí vallistar og valkort til tey flestu valini í Føroyum. Í fjør varð ein nýggj fólkayvirlitsskrá tikin í nýtslu, og henda hevur bæði gjørt tað lættari og bíligari at framleiða vallistar og valkort.

Ein vallisti er ein listi yvir veljarar, ið hava fastan bústað í einstøku kommununum. Vallistarnir verða gjørdir, tá ið val er útskrivað, við Landsfólkayvirlitinum sum grundarlag. Á vallistan verða skrivaðir teir persónar, sum valdagin lúka aldurstreytina og aðrar treytir fyri valrætti.

Vallistarnir verða síðani sendir kommununum, sum leggja teir fram fyri almenningin. Fólk hava sjálvi ábyrgdina av at tryggja sær, at tey standa á vallistanum.