Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til Brand Sandoy: Fígging til eldraøkið og útjavning hvør sítt

Havi havt tann ivasama heiður seinastu dagarnar at verið í skotlinjuni fyri tveimum álopum frá fólkaflokksmanninum, Brandi Sandoy. Í fyrra álopunum blandar hann fígging av eldraøkinum saman við almennari útjavning, í øðrum álopinum skuldsetir hann meg fyri at hava ballast fyri 5 miljónir, og svínar samstundis okkara starvsfólk til.

Fyrra pástandin kunnu vit skjótt rætta uppá. Viðvíkjandi tí seinna haldi eg Brandur í fyrsta lagi skyldar mær eina umbering fyri at blaka tílíkt vanæriligt møsn av sær frá tingsins røðarapalli, í øðrum lagi kundi hann eina tikið eina pausu frá sínum ídna stríði at krógva vesipappír fyri fremmandafólki, og heldur nýtt tíðina at sett seg betur inn í málið.

Tí hesar fáu viðmerkingar.

Fígging og útjavning hvør sítt

Tað liggur rimmarfast, at fígging til eldraøkið eigur at vera til uppgávuna eldraøkið, ikki til generella útjavning, skuldarsanering ella til at fíggja asfaltering og aðrar kommunalar uppgávur.

Útjavning er eitt heilt annað mál, sum eigur at viðgerast í mun til samlaða kommunubúskapin, samlaða inntøkugrundarlagið og samlaða útreiðslugrundarlagið, og eigur ikki at verða knýtt til ávísa uppgávu.

Tað ber øgiliga illa til at flætta útjavning inn í tílík mál. Til dømis er eingin útjavning í øðrum vælferðartænastum, sum áður eru lagdar undir kommunurnar at fyrisita. Hví skulu summar kommunur gjalda á einum øki, men einki fáa aftur á øðrum?

Tá Sandoyggin fær sersømdir, sum aðrar kommunur skulu gjalda fyri, so átti eyðmýkd at verið ein eginleiki, Brandur burdi tikið til sín, heldur enn at spotta gjaldaran.

Harumframt hevur landið goldið allar íløgur í Sandoynni á eldraøkinum, umframt eina heila ítróttahøll fyri 30 miljónir. Eisini her hevði eitt vet av eyðmýkd verið hóskandi.

Fígging til eldraøkið generelt

Fíggingarleisturin hevur verið kendur í eina tíð, men kommunurnar hava ongantíð tikið endaliga støðu til hann.

Landsstýrið hevur við nýggjum útspæli broytt fortreytirnar í fíggingarleistinum grundleggjandi. Hetta er komið óvart á, tí tann trygdin, sum kommunurnar skuldu hava í mun til framtíðar fíggingartørvin, er ikki longur har.

Fortreytin má vera, at allar kommunur í besta musketeranda standa saman, so at tær í minsta lagi eru fíggjarliga skaðaleysar. Hetta er ikki støðan í dag, har fleiri kommunur ikki fáa tað, sum økið í dag kostar landinum, og sum frammanundan er ein minimumsjáttan, tí hædd er ikki tikin fyri nýggjum uppgávum, lógarkravdum tænastustigi, íløgutørvi og øðrum. Kommunurnar hava altíð staðið saman, tá ið nýggjar uppgávur og útreiðslur verða lagdar til kommunurnar. Og um vit ikki gera tað, so er spurningurin, hvat kommurnar so hava til felags.

Heðin Mortensen

borgarstjóri